In.fo frætti í dag, at ein semja var gjørd um fiskivinnunýskipanina og at tað var ein samd samgonga saman við Sonju Jógvansdóttir, ið vórðu komin ásamt um hvussu lógaruppskotið skuldi síggja út.
Nú váttar Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at so er.
Hann vil tó ikki siga hvat semjan inniber, men sigur, at nú fer samgongan at snikka lógaruppskotið til, so tað passar við tað semju, sum nú er íkomin.
- Eg fari av landinum í arbeiðsørindum í dag, so tit mugu eiga tað til góðar inntil eg komi aftur at vita hvat semjan inniber, men tað eru 17 tingfólk aftanfyri uppskotið, sum verður borið niðan í tingið, sigur Høgni Hoydal.
Nógv hevur verið sagt frá um samráðingarnar seinastu dagarnar og ofta hevur verið ført fram, at samráðingarnar hava gingið striltið, men nú sær út til, at flokkarnir hava funnið eitt felags stev.