Týsdagin seinnapartin tók Føroya Rættur støðu í málinum millum Høgna Joensen, fyrrverandi aðalstjóra í almanna- og heilsumálastýrinum, og Føroya Landsstýri við løgmanni og Sámal Peturi í Grund.
Høgni Joensen hevði stevnt løgmanni og almanna- og heilsumálastýrinum. Hann kravdi í fyrsta lagi, at uppsøgnin var dømd ógyldug at vera, í øðrum lagi at fáa løn í trý ár, men tó ikki meira enn eina millión krónur og í triðja lagi 50.000 krónur fyri tort.
Høgni Joensen fekk viðhald í fyrstu ákæruni, og uppsøgnin varð dømd ógyldug. Hann fær tó ikki starvið aftur. Landsstýrið fekk hinvegin viðhald, tá Høgni Joensen kravdi løn í trý ár fyri fíggjarligan miss.
Rætturin metti, at Høgni Joensen fær eins góða løn í nýggja starvinum, og tí fekk hann ikki viðhald í hesum.
Í triðju ákæruni fekk Høgni Joensen viðhald, og landsstýrið skal gjalda fyrrverandi aðalstjóranum 50.000 krónur í godtgørelse , sum tað stendur í dóminum. Harumframt fær hann 35.000 krónur í sakarmálskostnaði.
Grundgevingin fyri uppsøgnini hjá Høgna Joensen var, at hann ikki hevði teir røttu persónligu eginleikarnar at vera aðalstjóri. Høgni Joensen var uppsagdur 11. apríl í fjør.
Orsøkin til at uppsøgnin er dømd ógyldug er, at hann ikki fekk eina víðkaða hoyring eftir uppsøgnina, og at landsstýrið ikki gav honum eina neyvari grundgeving fyri uppáhaldunum um hansara persónligu eginleikar.
Landsstýrið segði, at Høgni sjálvur ikki vildi hava hesa hoyringina, men hesum fekk hann so viðhald í.
Ikki ónøgdur
Høgni Joensen sigur, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um hann góðtekur dómin. Freistin at kæra er fýra vikur, og eingin orsøk er at skunda sær at taka avgerð.
Eg kann ikki siga, at eg eri ónøgdur við dómin. Dómarin tók jú høvuðsákæruna hjá okkum til eftirtektar, sigur Høgni Joensen.
Uppsøgnin var tí týdningarmiklasti parturin av ákæruni, og hon nú er dømd ógyldug.
Jónfinn Thomsen, advokatur hjá landsstýrinum, sigur hinvegin, at tað mest týdningarmikla er, at landsstýrið varð fríkent fyri tað stóra endurgjaldskravið, og tað er pening, tað snýr seg um í hesum málinum.