Høgni letur 25 krónur til Amnesty

Føroyski sangarin og tónleikarin Høgni Reistrup, letur i desembermánaði 25 krónur av hvørjari seldari fløgu til stríðið fyri mannarættindum. - Ynskiligt hevði verið, at Amnesty International als ikki var til, men eg má bara staðfesta, at enn er brúk fyri felagsskapinum, sigur Høgni Reistrup, sum í desembermánaði letur 25 krónur av hvørjari seldari fløgu til Amnesty International.

 

Talan er um báðar fløguútgávurnar hjá Høgna Reistrup, »Hugafar á ferð frá« 2007 og »Trý fet frá tilveruni«, sum kom út fyrr í ár.

 

- Amnesty roynir dagliga at bøta um korini hja menniskjum runt í heiminum, og hesum arbeiði vil eg fegin stuðla, so tað einstaka menniskja fær betri møguleika at liva eitt frælst lív eftir egnari sannføring, sigur Høgni Reistrup.

 

Til ber at lesa meira um Amnesty á amnesty.fo.