Høgni missir hálva Havnina

Longu undan aðalfundinum er greitt, at Høgni í Stórustovu bert kann fáa atkvøðurnar hjá trimum av teimum seks feløgunum, sum stillaðu hann upp til forsetavalið

Fótbóltur

 

Einki er at ivast í, at raksturin verður harður, nú bert lítil vika restar til aðalfundin hjá FSF, har forsetin stendur fyri vali. Men longu nú er greitt, at Høgni í Stórustovu hevur mist tríggjar av atkvøðunum, sum annars tóktust vera í pottinum.

Fram, NÍF og Undri taldust millum feløgini, sum skutu Høgna í Stórustovu upp til forsetavalið í FSF, men tá atkvøðast skal, sleppa hesi feløg ikki at stuðla sínum valevni. Í prinsippinum er spurningurin eisini, um hesi feløg kunnu seta fram uppskot til nevndarvalið.

Grein 14.4 í reglugerðini fyri FSF, staðfesta nevnliga, at felag skal hava tikið lut í bæði vaksnamanna- og ungdómsfótbólti seinasta kappingarár, um atkvøðan skal telja við á aðalfundinum. Tey trý nevndu feløgini hava bert tikið lut í vaksnamannakappingini í fjør, og tí kunnu tey ikki atkvøða á aðalfundinum. Royn hevur hinvegin bert tikið lut við liði í ungdómsdeildini, og tí kunnu hvalbingar heldur ikki greiða atkvøðu.

Spurningurin er hartil, um tey fýra feløgini kunnu seta fram uppskot til nevndarvalið. Har er reglan ikki heilt so greið, tí hóast hetta verður nevnd í somu lógargrein, so kann setningurin helst tulkast so, at tað bert er felag, sum ikki hevur síni fíggjarviðurskifti við FSF í lagi, sum missir tann møguleikan.

Og undir øllum umstøðum er tann spurningurin ikki aktuellur í samband við forsetavalið. Umframt AB, NÍF og Fram stuðlaðu AB, B36 og HB nevnliga eisini uppstillingini av Høgna í Stórustovu.

 

19 atkvøður

Tá Birgir Enghamar fyri tveimum árum síðani stillaði upp móti Óla Holm, stóð á jøvnum 11-11 í atkvøðugreiðsluni. Men somikið nógvar atkvøður verða so ikki í kassanum, tá seðlarnir verða savnaðir inn leygardagin.

Tá verða atkvøðurnar í mesta lagi 19 í tali. Og møguliga enn færri. Eitt nú atkvøddi EB/Streymur bert við einari atkvøðu – hóast samanlagda felagið kundi greiða tvær – til formansvalið fyri tveimum árum síðani.

Tey feløg, sum kunnu greiða atkvøðu á aðalfundinum, eru KÍ, B68, NSÍ, GÍ, LÍF, ÍF, Skála, EB, Streymur, AB, B36, HB, B71, SÍ, MB, SÍF, FS Vágar, VB og TB.

Eftir gomlu reglunum hevði nevndin í FSF eisini eina atkvøðu, men tann rættin hevur nevndin ikki sambært nýggja lógarverkinum, sum varð samtykt á eykaaðalfundinum í fyrraárið.

Hvussu raksturin hjá teimum báðum valevnunum fer at hilnast komandi vikuna, fæst greiða á leygardagin. Men longu nú tykist altso greitt, at avbjóðarin hevur mist tríggjar av teimum seks atkvøðunum, sum hann hevði í pottinum, tá uppstillingin fór fram.

 

---

 

Fakta

Grein 14.4

Limir, sum ikki tóku lut í virksemi hjá FSF í farna kappingarári við í minsta lagi einum vaksnamannaliði og einum ungdómsliði, missa atkvøðurættin á aðalfundinum, Limur, sum ikki hevur síni fíggjarviðurskifti í lagi við FSF, missir somuleiðis atkvøðurættin á aðalfundinum, og umboð fyri felagið kunna ikki verða vald í nevndir v.m., til limurin aftur hevur uppfylt skyldur sínar í hesum sambandi.