Høgni Thomsen framsýning í Norðoya Kunningarstovu

Norðoya Kunningarstova hevur seinastu mánaðirnar virkað sum ein listaskáli, har ymsir málarar í Norðoyggjum hava havt framsýningar. Henda mánaðin er tað so Høgni Thomsen, og hann kallar hetta eitt framstig fyri møguleikarnar at kunna hava listaframsýningar í Klaksvík

Klaksvík:
Myndirnar hjá Høgna eru tær flestu vatnlitsmyndir, men onkur oljumálningur hongur eisini uppi í hølunum hjá Norðoya Kunningarstovu. Allar myndirnar eru av ymsum landssløgum, og sjógvur er á so gott sum hvørjari mynd. Litsamansetingin er sera hugtakandi.
? Landsløg er tað, sum eg havi mest royndir í at mála, og mær dámar tað best, sigur Høgni, sum eisini hevur fingist við at taka myndir.
So at siga allar myndirnar, sum hann sýnir fram, eru málaðar í náttúruni. Tað vil siga, at hann hevur verið á staðnum og málað tær.
? Tað er tað góða við vatnlitsmyndum. Tað krevur ikki so nógv tilfar, og tí ber tað lættliga til at fara út at mála á staðnum, greiðir Høgni frá.
Høgni byrjaði av álvara at mála sum 17 ára gamal, men áhugin fyri listini hevur altíð verið har. Høgni er útlærdur elektronikk-mekanikari, men í løtuni fæst hann bara við at mála. Hann sigur, at tað ber illa til at liva av listini bara í Føroyum, men hann heldur, at um ein hevur annað beinið í útlandinum, so átti tað at kunna latið seg gjørt.
Høgni hevur ikki gjørt so nógv við at mála ávísar myndir fyri fólk, tí hann heldur, at tað er stuttligari at kunna gera, sum ein vil.
? Mær dámar ikki so væl bundnar uppgávur, tað er hugaligari at gera tað, sum ein vil og so arbeiða við tí, til ein er komin til eitt nøktandi úrslit, sigur Høgni, sum eisini verður við á listaframsýning saman við øðrum á Nordvesten mentanarstevnuni, sum verður fyrst í juli.

Framstig
Hesa løtuna Sosialurin vitjar hansara framsýning í Kunningarstovuni, er ein onnur kend listakvinna inni. Tað er Lydia Petersen, og hon skal hava listaframsýning í næsta mánaði.
Tey bæði, Lydia og Høgni, eru bæði á einum máli um, at hølisviðurskiftini í Klaksvík til at hava listaframsýningar ikki eru góðar. Men tey siga, at hetta sum Norðoya Kunningarstova nú er farin undir, er eitt framstig á vegnum.
Sjálvi høvdu tey kunnað hugsað sær, at ein listaskáli var í Klaksvík, men tað røkist ikki fyri nøkrum á tí økinum enn.
? Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum, sum mála, at kunna hava listaframsýningar, siga Lydia og Høgni. Men tey vísa á, at kunningarstovan er ikki nakar listaskáli, og tí eru ymisk viðurskifti, sum kundi verðið munandi betur, tá talan er um listaframsýningar.
? Til dømis kundu ljósviðurskiftini verðið betur eins og veggirnir kundu verið ljósari, men hetta er eitt framstig, tí hetta er betur enn onki, sigur Høgni og Lydia nikkar samtykkjandi.
Tey halda, at kunningarstovan er eitt vælegnað høli, tí har koma nógv fólk og ikki bert føroyingar.
? Útlendingar keypa ikki so ofta, men tað er gott at vita, at tey fáa høvi at síggja føroyska list, heldur Lydia fyri.
Tað verður hon, sum fer at hava listaframsýning næsta mánað í Norðoya Kunningarstovu.