Høgni vildi hava Annlis aftur í landsstýrið

Formaðurin í Tjóðveldisflokkin vildi hava Annlis Bjarkhamar aftur í starvið sum landsstýriskvinna við mentamálum, nú flokkurin skuldi manna landsstýrissessin av nýggjum. Men hetta gjørdist av ongum, tá ið Annlis sjálv noktaði fyri at taka við aftur

Høgni Hoydal var so fortørnaður inn á avgerðina hjá løgmanni um at koyra Annlis Bjarkhamar úr starvinum sum landsstýriskvinna, at hann var sinnaður at seta Annlis aftur í starvið, nú flokkurin skuldi finna nýggjan landsstýrismann.
Hetta váttar formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fyri Sosialinum.
Annlis Bjarkhamar fekk í boði, at hon skuldi gerast landsstýriskvinna aftur, um ein kanning hjá Løgtingsins Umboðsmanni reinsaði hana í málinum um starvsetanina av Landsantikvarinum.
Hendan kanning er komin væl áleiðis, og Høgni Hoydal var sinnaður at bíða eftir niðurstøðuni, áðrenn nýtt landsstýrisfólk varð sett.
Men Annlis Bjarkhamar gjørdi sjálv av við hetta hugskot, tí hon var ikki sinnað at fara aftur í gamla starv sítt.
? Undir vanligum umstøðum hevði eg ikki sagt nei takk til ein landsstýrissess, men soleiðis sum tann politiski veruleikin er í dag, so kann eg ikki fara aftur í landsstýrið. Og eg rokni heldur ikki við, at løgmaður hevði viljað sett meg aftur, sigur Annlis Bjarkhamar, sum nú ger seg lidnan við lesnaðin á Læraraskúlanum.

Politisk avhøvding
Eftir fundir í teimum ymsu organunum í Tjóðveldisflokkinum seinastu tíðina var ein listi við 9 uppskotum til landsstýrisfólk gjørdur. Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Høgni Hoydal, gjørdi síðani ein lista við trimum uppskotum, sum tingbólkurin skuldi velja ímillum.
Á hesum lista var Annita Á Fríðriksmørk ovast, meðan Hergeir Nielsen og Jógvan Durhuus vóru hini bæði uppskotini.
Men listin hevði ongantíð verið gjørdur, um Annlis Bjarkhamar hevði verið sinnað at taka við aftur ovastu leiðsluni í Mentamálaráðum.
? Tað var ein rein politisk avgerð, at løgmaður segði Annlis úr starvinum, og tí helt eg, at tað mest natúrliga var, at hon skuldi setast aftur, um kanningin hjá Løgtingsins Umboðsmanni reinsaði hana í málinum um starvssetanina av Landsantikvarinum, sigur Høgni Hoydal.
? Eg var sinnaður av bíða eftir niðurstøðuni í málinum, men tá ið Annlis Bjarkhamar boðaði frá, at hon ikki vildi aftur í landsstýri, fór flokkurin undir at finna eitt nýtt landsstýrisfólk.

Frágreiðing á veg
Tað er Magistarafelagið, sum hevur kært starvsetanina av Landsantikvarinum fyri Løgtingsins Umboðsmann.
Partarnir í málinum hava latið Umboðsmanninum frágreiðingar, men enn er niðurstøðan ikki gjørt.
Umboðsmaðurin er burturstaddur hesa vikuna, og tí bar ikki til at fáa at vita, nær hann kemur við síni niðurstøðu.

Segði kortanei
Annlis Bjarkhamar umhugsaði ongantíð at fara aftur í landsstýrið, hóast hon fekk møguleikain. Hon sigur, at tá ið tað varð nevnt á fundi í Tjóðveldisflokkinum, at hon skuldi aftur í landsstýrið, gjørdi hon beinanvegin greitt, at tað vildi hon ikki. Hon helt, at tað var ógjørligt at taka við aftur starvinum, sum politiska støðan er.
? Sjálvandi kundi eg hugsa mær at arbeitt víðari við tí, sum eg setti í gongd, meðan eg var landsstýriskvinna, men kanska er tað best, at eg sleppi undan at arbeiða saman við Anfinn Kallsberg. Hann hann hevur alt ov lítla framdrift, tá tað snýr seg um fullveldi.
Eftir fleiri vikur við fundum og práti, kom tingbólkurin hjá Tjóðveldisflokkinum mikunáttina til ta niðurstøða, at Annita á Fríðriksmørk skal verða landsstýriskvinna í mentamálum.
? Tað vóru fleiri góð uppskot til landsstýrissessin, men eg haldi, at Annita var besta boðið, og eg havi fult álit á, at hon fer at roynast væl sum landsstýriskvinna. Tað er umráðandi, at hon er opin og erlig og byrjar av nýggjum, nú hon fer í Mentamálaráðið at starvast. Tað, sum hendi har, hendi fyri meg, og ikki fyri hana, og tí skal hon hava álit á starvsfólkunum til tað mótsatta vísir seg, sigur Annlis Bjarkhamar.