Høgra veit ikki hvat vinstra ger

Nú løgreglan í síðstu viku var umborð á fiskiskipinum Athenu, sum herfyri umskipaði veiðina í Kollafirði og kanska soleiðis hevur brotið nýggjar kunngerðir, sum eru knýttar at útlendingalógini, er greitt, at tað er Fiskimálaráðið, sum hevur kravt, at skipini hjá Thor umskipa veiðina í føroyskari havn – og ikki á opnum havi. Líkt er til, at hetta krav er komið dátt við hjá landsstýriskvinnuni í útlendingamálum

LØGIÐ MÁL

Í síðstu viku var løgreglan umborð á fiskiskipinum Athenu, sum lá uttaná einum frystiskipi við nýggju atløgubryggjuna á Oyrareingjum og umskipaði veiðina. Á síni eftirlitsvitjan staðfesti løgreglan, at tað var manningin umborð á Athenu, sum gjørdi arbeiði, og nú er løgreglan so farin at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ákæru móti skipi og reiðaríi fyri brot á nýggjar kunngerðir í útlendingalógini.
Sum skilst, eru nýggjar kunngerðir lýstar á økinum í summar – kunngerðir, sum føroyskir myndugleikar eftir øllum at døma ikki rættiliga hava givið sær far um.

Ein keðilig vend
Í samrøðu við Sosialin fríggjadagin, helt Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum, tað vera óheppið og keðiligt, at Athena kom til bryggju at skipa veiðina umborð á frystifarmaskipið.
Annika Olsen hevur nevniliga fingið svar frá danska Integratiónsministeriinum, at skip við útlendskari manning, sum ikki hevur arbeiðsloyvi í Føroyum, kann arbeiða og eitt nú umskipa veiði innanfyri 12 fjóðingar, um hetta bara verður gjørt nakrar fáar ferðir – í einum stuttum tíðarskeiði.
Í samrøðuni í Sosialinum helt landsstýriskvinnan, at málið nú tykist øðrvísi, tá Athena hevur ligið við bryggju á Oyareingjum og hevur umskipað veiðina.
- Eg visti einki um, at hetta var ætlanin hjá reiðarínum, men at ætlanin var at umskipa á opnum havi, og tí havi eg heldur ikki spurt Integratiónsministeriið um hetta. Nú er hetta eitt mál, sum ikki liggur í okkara hondum, men eitt mál, sum løgreglan, sum er eftirlitsmyndugleiki í útlendingamálum, tekur sær av, sigur hon.
Síðan fyrst Athena umskipaði veiðina á Oyrareingjum í síðstu viku, hevur eisini hin trolarin hjá Thor, Poseidon, ligið uttaná frystifarmaskipinum á Oyrareingjum seinastu dagarnar.

Havnin er krav
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur við Sosialin, at tað er eitt krav frá Fiskimálaráðnum, at umskiping og eitt nú bunkring fer fram í havn – og ikki úti á reduni. Hetta er galdandi fyri útlendsk skip, sum eru í okkara sjógvi, og má tí eisini vera galdandi fyri skip, sum sigla undir føroyskum flaggi og sum í hesum førinum eitt skifti eru virkin í okkara sjógvi. Hetta vóru treytir, sum vóru galdandi, áðrenn Athena og Poseidon fingu loyvi at veiða og virka í føroyskum sjógvi, og tá hesi skip nú eru her eitt skifti, kundi landsstýrið ikki seta hesum skipum øðvísi treytir enn øðrum skipum.
- Vit hava soleiðis kravt, at Athena og Poseidon umskipa veiðina í havn – og ikki á opnum havi.
Landsstýrismaðurin vísir á, at kravið hjá Fiskimálaráðnum um umskiping í havn hevur eisini nakað við eftirlit við veiði og umhvørvi at gera. Haraftrat merkir eitt slíkt krav, at nakrar inntøkur verða skaptar við eitt nú havnargjaldi og møguligum veitingum annars.
- Er tað soleiðis, at nýggjar og skerpaðar kunngerðir, sum hava tilknýti til útlendingalógina, eru lýstar í summar, sum vit ikki kenna – ella ikki kenna nóg væl – mugu vit taka krøvini um føroyska havn upp til eftirmetingar. Hinvegin síggi eg fyri mær, at tað verður ógvuliga trupult at fáa arbeiðsloyvi til øll tey, sum sigla við útlendskum og føroyskum skipum og sum bara av og á koma til bryggju í Føroyum.
Landsstýrismaðurin sigur seg einki vita um, at føroyskir myndugleikar eru kunnaðir um nýggju kunngerðirnar, og tískil er heldur ikki greitt, hvussu hesar skulu tulkast.
- Men hetta er ikki eitt mál, sum eg umsiti í landsstýrinum, leggur hann aftrat.

Ikki somu treytir
Jacob Vestergaard sigur, at í skipsfarti hava sum heild ikki somu atlit verið tikin til arbeiðsloyvi, sum til fólk, ið koma higar at arbeiða og búgva. Soleiðis hava russisk skip og onnur skip eisini ligið við føroyskan bryggjukant og hava tikið ímóti fiski, sum er frystur ella virkaður umborð. Hetta hevur verið gjørt við bæði gulllaksi og upsa, tá trupult hevur verið at funnið aðrar loysnir.
Landsstýrismaðurin vísir á, at útlendingalógin í praksis vanliga plagar at regulera viðurskiftini inni í landinum, men tá útlendskir fiskimenn arbeiða umborð, er hetta eftir hansara tykki ein avgerandi munur.
- Sum útlendskur fiskimaður umborð á útlendskum ella føroyskum skipi er ikki neyðugt at tjena eina ávísa upphædd til lívsins uppihald á landi, tí fiskimaðurin verður fyrsyrgdur umborð á skipinum.
Men er tað soleiðis, leggur Jacob Vestergaard dent á, at kravið hjá Fiskimálaráðnum um at umskipa veiði í føroyskari havn stríðir ímóti nýggju kunngerðunum, sum eru tengdar at útlendingalógini, verður neyðugt at taka hetta mál upp.
- Eg síggi tó fyri mær, at hetta kann gerast ógvuliga trupult og rættiliga umsitingarligt, um eitt nú russiskir fiskimenn, sum eitt skifti virka í okkara havøki, skulu noyðast at hava arbeiðsloyvi í Føroyum. Hetta kann í síðsta enda koma at ganga útyvir tað annars góða og gevandi samstarv, vit í nógv ár hava havt við eitt nú russar á fiskivinnuøkinum, sigur hann.

Yvirtøka av málsøki
Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka útlendingaøkið, og Jacob Vestergaard sigur, at tað, sum nú sær út til at vera hent, sigur honum, at hetta eigur at gerast so skjótt, tað letur seg gera.
- Føroyar hava síni áhugamál í fiskivinnusamstarvi við aðrar tjóðir, og sum eg segði, kunnu umstøðurnar gerast rættiliga truplar, um vit nú ikki longur kunnu krevja, at umskiping skal fara fram í føroyskari havn, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.