Hægri barnafrádráttur og ongin nýggj skuldarbinding

TÍÐINDASKRIV: Runavíkar býráð hevur í kvøld endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2018

Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið, kommunan ætlar ikki at læna pening í 2018, skuldin er komin niður á 64% av einari álíkning og skattaprosentið stendur í stað. Hetta er partur av tí, sum Runavíkar býráð hevur samtykt, nú onnur og endalig viðgerð var av fíggjarætlanini fyri árið 2018 - á býráðsfundinum í kvøld. Eitt samfelt býráð tók undir við fíggjarætlanini fyri næsta fíggjarár.

 

Táið tað snýr seg um stórar íløgur, er kommunan í ferð við at byggja nýggja bryggju undir Høgabóli í Saltangará. Táið alt er liðugt hevur hon kostað Runavíkar kommunu/havn báðumegin við 45 milliónir krónur. Hon verður liðug tíðliga í árinum sum kemur, og arbeiðið hevur gingið væl betri enn væntað og ætlað. Fyrireikingar eru byrjaðar til at fremja næstu stóru íløguna, sum kann verða ein svimjingarhøll. Enn er hon bara í umbúna, men verður politiska stigið tikið, væntast hon at vera liðug og kunna takast í nýtslu í 2020/2021. Spillivatnsætlanin heldur fram við árligari játtan, hagartil komið er á mál í øllum 15 bygdunum í kommununi. Nýggju FIFA-krøvini til ljós við fótbóltsvallirnar er lutfalsliga stór íløga, og ætlanin er at fáa hesi til vega í Runavík í 2017 og á Skála í 2018, og onnur nýggj íløga er, at ein lutfalsliga trivalig upphædd nú verður sett av til at fara undir at skipa ungdóms- og aktivitetshús í kommununi.

 

Eitt meginmál hjá Runavíkar kommunu er at fáa til vega grundøki. Virkað verður av øllum alvi við hesum. Grundøkir eru longu til sølu í flestu bygdum, men farið verður nú í gongd við at fremja útstykkingar omanfyri Blikagøtu í Saltangará/Runavík, har rúm verður fyri áleið 85 búeindum, og sunnanfyri Hórheiðar á Skála verður eisini farið at stykkja út í næstum, har verður rúm fyri áleið 12 búeindum. Umframt hetta er útstykkingin av 13 grundøkjum ímillum Norðurhædd og Hjallaveg í Saltangará júst liðug, og hesi verða nú seld.

 

Fíggjarkarmurin er 203.500.000 krónur.

 

Roknað verður við, at inntøkurnar av persónsskatti verða 148.500.000 krónur. Av felagsskatti 23.000.000 krónur og av eftirlønarskatti 32.000.000 krónur.

 

Roknað verður við, at raksturin kostar 148.850.000 krónur. At fíggjarkostnaðurin verður 13.500.000 krónur og at íløgur verða gjørdar fyri 41.150.000 krónur.

 

Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2018 innanvert eginfíggingina soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í 2018. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, men kommunan ætlar heldur ikki at læna til íløgur í árinum sum kemur.

 

 

Raksturin verður skipaður soleiðis:

 

Kommunal fyrisiting:

14.727.000

Almannamál (eldraøkið incl.):

54.816.000

Børn og ung:

30.028.000

Undirvísing:

13.987.000

Mentamál:

11.104.000

Teknisk mál:

16.975.000

Kommunal virki:

6.863.000

Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 5.000.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2018.

 

Íløgur, 41.150.000 krónur, eru samtyktar at verða framdar soleiðis í 2018:

Bryggjan undir Høgabóli/keyp av gróti:

16.000.000

Heilsudepilin í Runavík:

305.000

Svimjingarhøll:

1.800.000

Stadionljós á Skála:

1.800.000

Gøtan um Innara (Tofta)Vatn:

150.000

Kráargil:

800.000

Spillivatn (Søldarfjørður og Saltangará):

4.000.000

Skýlið við Løkin:

500.000

Sparkivøllur á Skála:

500.000

Kirkjugarðar:

1.000.000

Søgan um Runavíkar kommunu:

410.000

Ungdómshús- og aktivitetshús:

800.000

Vatn í Æðuvík:

900.000

Skákið og Lítlagøta á Skála:

700.000

Økið omanfyri gamla skúla í Oyndarfirði:

150.000

Fjøruvegurin:

700.000

Bátahylurin Niðri við Støð á Glyvrum:

200.000

Leitisvegur:

235.000

Parkeringsøki á Skála:

235.000

Økið kring um vøllin í Runavík:

300.000

Útstykkingar (+/-):

6.800.000

KT-íløga í skúlunum:

500.000

Kumlá

65.000

Vatnleiðing Heiðavegur:

800.000

Miðbýarætlan:

400.000

Umvælingar BA-stovnar:

1.100.000