Hægri løn fastheldur starvsfólki

Sama hvørjar ágóðar eitt starvsfólk stendur í boði, so er tað serliga lønin, sum er avgerðandi fyri, um starvsfólk vilja vera verandi á sama arbeiðsstaði.

Seinastu árini er tað vanligari og vanligari at arbeiðsgevarar bjóða starvsfólki aðrar ágóðar enn løn, men hetta er burturspilt. Hægri løn og fakligar avbjóðingar er tað sum telur, tá ið starvsfólk avgerða, um tey skulu skifta arbeiði ella ikki. Hetta vísa kanningar í Danmark, sum Ugebrevet A4 hevur latið gjørt, skrivar Samtak, felagið hjá arbeiðarafeløgum.

Arbeiðsmarknaðargranskarar greiða frá, at kjakið um løn fyllur nógv í almenna rúminum,. Eisini leggja tey dent á, at í Danmark er tað eydnaðst fakfeløgunum at fáa munandi betri arbeiðsumhvørvi, førleikamenning og eftirløn inn í sáttmálarnar, og tí fyllir hetta ikki so nógv í tilvitskuni hjá starvsfólki í dag í mun til fyri 5 -10 árum síðani, sigur Samtak.