Tað verður eitt stórt Europa League kvøld fyri føroyskan fótbólt, har bæði B36 og KÍ skulu royna seg í 3. undanumfarinum í Europa League undankappingini.
Klokkan 18 spælir B36 á útivølli í Bulgaria móti CSKA Sofia. Klokkan 19 spælir KÍ á heimavølli á Tórsvølli móti Dinamo Tblisi úr Georgia.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍ og Dinamo Tblisi. Sendingin byrjar klokkan 18, og fer FM1 at fylgja gongdini í dystinum millum CSKA Sofia og B36.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
19 altjóða veddingarfyritøkur hava Dinamo Tblisi sum favoritt at vinna á KÍ aftaná vanliga leiktíð, men Dinamo Tblisi hevur langt frá somu favorittstøðu sum CSKA Sofia hevur móti B36.
Meðan oddsini uppá sigur til CSKA Sofia móti B36 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 1,11 og 1,16, so liggja oddsini uppá sigur til Dinamo Tblisi á KÍ aftaná vanliga leiktíð millum 1,70 og 1,83.
Meðan odds eru upp í næstan 25 fyri sigur til B36 á CSKA Moskva aftaná vanliga leiktíð, so liggja oddsini uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð millum 3,85 og 4,90.
Oddsini uppá, at dysturin millum KÍ og Dinamo Tblisi endar við javnleiki aftaná vanliga leiktíð liggja millum 3,20 og 3,68.
Her eru oddsini uppá dystin millum KÍ og Dinamo Tblisi:
Veddingarfyritøkur: KÍ-Dinamo Tblisi | 1 | x | 2 | ||
---|---|---|---|---|---|
10BET | 4.60 | 3.30 | 1.74 | ||
188BET | 3.85 | 3.35 | 1.78 | ||
1xBET | 4.52 | 3.68 | 1.78 | ||
888sport | 4.70 | 3.20 | 1.81 | ||
bet-at-home | 4.40 | 3.45 | 1.77 | ||
bet365 | 4.50 | 3.75 | 1.75 | ||
Betclic | 4.38 | 3.47 | 1.77 | ||
Betfair | 4.60 | 3.70 | 1.70 | ||
Betsafe | 4.50 | 3.40 | 1.83 | ||
Betsson | 4.50 | 3.40 | 1.83 | ||
BetVictor | 4.75 | 3.50 | 1.83 | ||
Betway | 4.33 | 3.50 | 1.83 | ||
bwin | 5.25 | 3.50 | 1.75 | ||
ComeOn | 4.60 | 3.30 | 1.74 | ||
Interwetten | 4.40 | 3.35 | 1.80 | ||
Pinnacle | 4.89 | 3.43 | 1.81 | ||
SBOBET | 3.74 | 3.40 | 1.71 | ||
Unibet | 4.90 | 3.30 | 1.82 | ||
William Hill | 4.50 | 3.30 | 1.73 | ||
Betfair Exchange | 4.52 | 3.47 | 1.81 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 4.48 | 3.43 | 1.78 |