Tað vóru serliga nøgdirnar av havtasku, sum í dag hálaðu miðalprísin á Fiskamarknaði Føroya uppeftir. Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun góð 28 tons á uppboðssølu, sum fóru fyri góðar 900.000 krónur.
Tað serliga við søluni í dag er, at miðalprísurin fyri øll fiskasløgini var heilar 32,07 krónur fyri kilo.
Hetta er ein nógv hægri miðalprísur enn ein vanligan dag hjá Fiskamarknaði Føroya.
Orsøkin til, at miðalprísurin var so høgur, er, at størstu einstøku nøgdirnar vóru havtaska, sum fór fyri slakar 40 krónur í miðal fyri kilo.
Í heyst hava størstu nøgdirnar vanliga verið toskur 3 og 4, men í morgun var lítil toskur á marknaðinum, bert nøkur heilt fá tons.
Nøgdirnar av hýsu vóru eisini smáar, og miðalprísurin var lágur.
Frægastu nøgdirnar vóru av hýsu 2 og 3, og her var miðalprísurin 6,49 krónur fyri kilo.
Í gjár seldi Fiskamarknaður Føroya góð 45 tons fyri tilsamans 879.000 krónur, og tá var miðalprísurin fyri øll fiskasløgini 19,28 krónur fyri kilo.