Húkurin í Guinnes

Áhugin var stórur í Klaksvík í gjár fyri avdúkingini av nýggju standmyndini, sum Føroya Sjómannadagur hevur latið kommununi og fólkinum í býnum

STANDMYND

Tað var ein av elstu fyrrverandi sjómonnunum og reiðarunum í Klaksvík, Eivind Niclasen, sum saman við borgarstjóranum í Klaksvíkar kommunu, Gunvá við Keldu, í gjár avdúkaði nýggju standmyndina, sum nú stendur á rundkoyringini, tá tú kemur til Klaksvíkar.
Eivind var sjónliga fegin um heiðurin at vera tann, sum slapp at avdúka hesa standmynd, sum er ein húkur, ið er einar seks metrar langur.
Hann helt fyri, at hetta er besta gáva til býin og besta ímyndin um eina drúgva tíð, sum dúgliga hevur ment Føroya land og Klaksvíkina.
Niclas Heri Jákupsson, sum saman við Olivari Joensen var ein av stigtakarunum til Føroya Sjómannadag, vísti við hátíðarløtuna á týdningin av húkinum gjøgnum søguna.
Hann segði, at húkurin er ein partur av okkara samleika og tann tjóð, sum ikki vil viðurkenna sær sín samleika, er illa fyri.
- Tí er tað umráðandi fyri fyriskipararnar av Føroya Sjómannadegi at sýna grundarlagnum undir okkara núverandi sjóvinnuni tann sóma at reisa hesa standmynd. Bæði býráð og býurin annars tók hetta uppskot til sín – og síðan var bara at halda fram við hesi áhugaverdu og sjálvsøgdu verkætlan, segði Niclas Heri Jákupsson.
Eyðstein Poulsen, sum er ein av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi, greiddi frá hugskotinum til standmyndina og um, hvussu hon bleiv til. Hann segði, at Spf/ Skarðhamar, sum er smiða á Borðoyarvík, meistarliga hevði greitt henda húk úr hondum. Hann helt, at hetta er eitt listarligt handverk av teimum heilt stóru.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, takkaði vegna býin fyri standmyndina. Hon takkaði monnunum aftanfyri Føroya Sjómannadag, sum soleiðis duga at savna Klaksvíkar bý - og ikki minst, at tað er eydnast teimum at fáa reist hesa serstøku standmynd, sum hóskar Klaksvíkar býi so sera væl.
- Saman við býráð og borgarum fegnist eg um, at júst henda standmynd, ið avmyndar húkin, á henda hátt verður ein sjónligur og sigandi partur av býarmyndini og fer at standa sum ein varði yvir tað, sum í fleiri mansaldrar hevur eyðkent, breyðføtt og ment hendan bý og hendan landspart, segði borgarstjórin, Gunvá við Keldu.
Klaksvíkar Hornorkestur setti við hátíðarløtuna ein serstakan dámá løtuna og tey mongu, sum vóru komin saman, ásannaðu, at tey enn einaferð høvdu fingið ein virðismiklan dýrgrip at savnast um – eitt meistarverk av einum húki, hvørs leggur er slakar 6 metrar høgur.
Eftir avdúkingina vildu fólk sleppa nærri á nema við húkin, og tað skiltist týðiliga, at fólk vóru hugtikin av listarverkinum.
Úr Klaksvík frættist, at miðað nú verður eftir at fáa húkin í Guinnes Record, og hetta arbeiðið er longu væl í gongd.