Borussia Dortmund er víðari til fjórðingsfinaluna, meðan tað er longd leiktíð í Turin, har Juventus er í yvirtali.
Tað var dramatikkur í Dortmund, tá Borussia Dortmund í kvøld vann seg víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League. Gestirnir úr Sevilla skuldu vinna, fyri at hava nakran kjans at koma víðari. Teir byrjaðu eisini betri, men so fór norska málmaskinan í gongd.
Erling B. Håland byrjaði við at takka fyri eitt upplegg frá Marco Reus í fyrra hálvleiki. í seinna hálvleiki var dramatikkur. Fyrst skoraði normaðurin, men málið bleiv kolldømt. Tá dómarin fór út at tjekka VAR bleiv málið kolldømt, men í sama viðfangi fekk heimaliðið brotsspark.
Erling B. Håland tók, men málverjin bjargaði og brølaði í høvdið á norska áleyparanum. Tað var betur ógjørt, tí málverjin var farin av strikuni áðrenn. Tí bleiv brotssparkið tikið umaftur. Erling takkaði fyri og sendi eitt brøl retur í høvdið á málverjanum, eftir at hava umsett til mál.
Sevilla minkaði um munin seinni við brotssparki, men tað var ov langt á mál. Dysturin var merktur av ónollum og nógvum gulum kortum eftir hetta. Seks minuttir inni í yvirtíðini skoraði Youssef En-Nesyri fyri aðru ferð, og seinasta minuttin var dramatikkur, tí Sevilla nú manglaði bara eitt mál. Tað var lív í dystinum og bæði liðini kundu havt skorað fleiri, men tað endaði við at Borussia Dortmund er víðari.
Borussia Dortmund (3) – (2) Sevilla 2-2
1-0 Erling B. Håland, 35
2-0 Erling B. Håland, 54 br
2-1 Youssef En-Nesyri, 69 br
2-2 Youssef En-Nesyri, 90+6
Borussia Dortmund vinnur samanlagt 5-4
Í Turin fingu gestirnir eina dreymabyrjan, tá Sergio Oliveira skoraði upp á brotsspark, tá 19 minuttir vóru spældir. Heimaliðið hevði ilt við at skapa nakað í fyrra hálvleiki, men fyrstu minuttirnir av seinna hálvleiki koppaðu øllum á høvdið.
Fyrst skoraði Federico Chiesa, og upp á fáar minuttir kláraði Mehdi Taremi at fáa tvey gul kort fyri FC Porto. Juventus legði seg á odda á kvøldinum, og javnaði samanlagt, tá Federico Chiesa skoraði fyri triðju ferð í uppgerðini. Hann skoraði eisini málið í fyrra dystinum.
Juventus (1) – (2) FC Porto 2-1
0-1 Sergio Oliveira, 19
1-1 Federico Chiesa, 49
2-3 Federico Chiesa, 63
Umdystur er í gongd