Strandferðslan skrivar á heimasíðuni, at hálkan ávirkar bussleiðir í morgun. Talan er um leið 700, sum ikki koyrir orsaka av hálku og somuleiðis er óreglusemi í ferðsluni hjá leið 300.
Landsverk boðar annars frá hálku í morgun. Soleiðis eru koyrilíkindini:
Viðareiðisvegurin, Í Dølum, roknast kann við hálku
Kambsdalur, roknast kann við hálku
Streymnes, roknast kann við hálku
Á Sandavágshálsi, roknast kann við hálku
Vatnsoyrar, roknast kann við hálku
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð, roknast kann við hálku
Kaldbaksbotnur, roknast kann við hálku
Hvalba, roknast kann við hálku
Porkerishálsur, roknast kann við hálku