Hólvaður av í Runavík

Tríggir mans í bili bukaðu sunnukvøldið ein mann, sum var farin ein túr í Runavík. Politiið hevur fingið at vita, at menninir eru úr Fuglafirði - og teir halda seg vita, hvørjir teir eru

Jonhard Hammer


Tað kann vera sera vandamikið at ganga út í myrkrinum ávirkaður av rúsdrekka.

Í øllum førum kann ein maður í Runavík sanna tað. Hann var sunnukvøldið farin ein túr til gongu.

Sum hann gongur, kemur ein bilur fram við honum, steðgar, og út koma tríggir mans sum hólva hann av.

Á politistøðini í Runavík fingu teir at vita um tilburðin, tá maðurin meldaði menninar.

Hann segði seg vita, hvørjir teir vóru - at teir vóru úr Fuglafirði. Hann hevði eisni fingið nummarið á bilinum, men tað var ikki rætt, verður sagt av politistøðini.

? Vit hava ikki enn havt fatur at teimum seku, men vit arbeiða við málinum. Maðurin fekk ikki álvarsligan løst, hann hovnaði um andlitið og var skurslaður um ryggin, eins og klæðini vóru skrødd, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.

? Vit vita, hvørjar menn talan man vera um, og vit fara at tosa við teir, sigur vakthavandi.

Annars hevur vikuskiftið verið friðarligt, men í Eysturoynni var okkurt smávegis ferðsluóhapp.

Í Havn vóru onkrir handilsrútar brotnir í miðbýnum, og ein maður er tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Annars hevur politiið í Havn stórar trupulleikar av leysum dýrum, sum ganga leys í Havn, hundar, seyður, gæs, hestar