Her heima hava vit serliga hoyrt løgini ?Song for Sophie? og ?I will love you Monday?. Men hálvføroyska Aura Dione er nú við at leggja heimin fyri sínar føtur. Aura hevur av álvara fingið fótin inn um í Týsklandi, og higartil hevur hon selt fleiri enn 400.000 stakfløgur.
Í løtuni hevur Aura heili tvey løg á týska top 10, nevniliga kendu løgini ?I will love you Monday? og ?Song for Sophie?. Harumframt liggur hon nummar eitt á MTV France, og nummar eitt í Polen. Og í fleiri øðrum londum merkist ein vaksandi áhugi fyri ungu sangarinnuni, sum er hálvføroysk, men sum er uppvaksin á Bornholm.
Aura lat sína fyrstu stakfløgu, ?Something from nothing?, úr hondum í 2007. Árið eftir kom fløgan ?Columbine? sum seldi sera væl í Danmark, Polen, Týsklandi og Eysturríki.
Aura framførdi eisini til mótaframsýningina hjá Guðrun og Guðrun á Copenhagen Fashion Week í februar.