Hálvfinalur avlýstar vegna kava

Kuldin ger veruliga um seg í Onglandi, og tað gongur eisini út yvir fótbóltin. Fyrra hálvfinalan í Liga Cup kappingini millum Blackburn og Aston Villa, sum skuldi verða í gjárkvøldið er útsett til óásetta tíð. Hálvfinalan millum Manchester City og Manchester United, sum skuldi verða á City of Manchester leikvøllinum er eisini útsett. Tað er tó ikki orsaka av vallarviðurskiftunum, at hálvfinalurnar eru útsettar, men orsaka av væntandi trygduni hjá teimum sum ferðast til og frá dystunum. - Vit royndu til tað síðsta at finna ein møguleika fyri at fáa dystin avgreiddan. Men tá vit hugsaðu um manglandi trygdina hjá viðhaldsfólkunum í hesum ringa veðrinum, so valdu vit at avlýsa dystin. Ikki minst tá vit hava ta ræðuligu veðurforsøgnina fyri mikudagin í huga, sigur Garry Cook við BBC.