Badmintonhøllin í Klaksvík verður leygardagin karmur um eitt av heilt stóru hæddarpunktunum í flogbóltsárinum, tá ið tær fýra hálvfinalurnar í steypakappingini í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum verða leiktar.
Flogbóltssamband Føroya og Klaksvíkar kommuna hava samstarvað um hálvfinalurnar seinastu árini. Hetta samstarv merkir, at aftur í ár verða finalurnar leiktar undir bestu kørmum í Badmintonhøllini, sum til høvið verður umskapað til flogbóltshøll burturav.
Ein langur dagur
Leygardagurin verður ein flogbóltsdagur burturav í Klaksvík. Tær fýra hálvfinalurnar verða slag í slag, og Mjølnir byrjar og endar. Leikt verður soleiðis:
Kl. 13.00: SÍ – Mjølnir, Meistaradeild kvinnur
Kl. 15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn
Kl. 17.00: Dráttur – Fleyr, Meistaradeild kvinnur
Kl. 19.00: Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn
Sum altíð, tá ið talan er um flogbólt, kann tað gleðiliga henda, at onkur dystur endar úti í fimm settum, so tíðirnar eru vegleiðandi.