Í dag eru seks mánaðir síðani, at Donald Trump varð svorin í eið sum forseti í USA.
Hansara valdystur varð merktur av heldur óhepnum løtum, har hann megnaði at fornerma tey, sum bera brek, kvinnur, fleiri etniskar minnilutar, og hansara vallyfti ljóðaðu millum annað upp á at byggja ein múr til Meksiko, sum meksikanarar sjálvir skuldu rinda. At gera innferðarforboð frá fleiri muslimskum londum, at steðga gongdini hjá USA fram móti grønari leið, og heldur venda aftur til lívrunnin brennievni, og at avtaka fríhandlar.
Samstundis úttalaði hann seg forhánisliga um ES, NATO og veðurlagsavtaluna í Paris. Veðurlagsbroytingar vóru ikki menniskjagjørdar, men heldur nakað, sum kinesarar hava uppfunnið, segði Donald Trump.
Tað var tí heldur óvæntað, at tað skuldi eydnast honum at vinna á Hillary Clinton. Og tá hann vann vóru tey eisini fleiri, sum óttaðust fyri framtíðini. Seks mánaðir seinni hevur nógv rumbul verið at frætt úr Hvítu húsunum í USA, og gøla omaná gølu hevur merkt hansara forsetatíð. Nýggjastu kanningarnar vísa eisini, at hann er ein hin minst umtókti forsetin í USA nakrantíð.
Tað ringasta fyri Trump forseta hevur tó helst við ákærurnar um, at limir í hansara kampagnu hava samstarvað við russisku stjórnina um at vinna forsetavalið. Trump endaði við at koyra FBI stjóran James Comey, sum kannaði málið, og tað gjørdi neyvan støðuna betri.
Av vallyftum má sigast, at Trump hevur gjørt fleiri av teimum tingunum, sum hann lovaði áðrenn. Hann hevur tikið USA úr Paris avtaluni, og hansara atfinningar móti NATO hava viðført, at hini limalondini nú eru meira til reiðar at rinda meira fyri limaskapin, enn tey hava gjørt frammanundan. USA hevur rindað alt for stóran part í mun til hini londini, heldur Donald Trump fyri, og tað letur til, at tað hevur ávirkað.