Hálvt ára fongsul fyri álop við knívi

Tann 42 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri at hava stungið ein 24 ára gamlan mann við knívi tvær ferði, fekk seks mánaða fongsulsrevsing. Hann tók ímóti dóminum og er longu farin undir at sita dómin.
Maðurin hevði stungið hin mannin tvær ferðir við felliknívi, og annað lunga var punkterað. Maðurin greiddi frá, at hann bara hevði vart seg sjálvan, men hetta álopið var ov grovt sambært dómaranum til at talan kundi vera um sjálvverju.
Maðurin var eisini ákærdur í fleiri øðrum førum fyri innbrot og stuldur. Hesum varð hann eisini funnin sekur í. Hann hevur brotið inn á Landssjúkrahúsið og stolið vandamiklan heilivág, og hann hevur eisini stolið heilivág frá skipi. Harumframt hevur maðurin fleiri aðrar dómar hangandi yvir sær, tí talan er um ein gamlan kenning hjá løgregluni.
Maðurin er framvegis ákærdur fyri at hava hótt ein mann eftir lívinum, men henda ákæra verður viðgjørd seinni.