Hálvtannað prosent afturat í kommuskatti

Fleiri og fleiri mál verða løgd út til kommunurnar at umsita, og bara fyri 2006 merkir hetta eina meirútreiðslu upp á góðar 72 milliónir hjá kommunum. Um landsstýrið ikki heilt skjótt kemur við einum uppskoti til skattalætta, sum gevur kommunum endurgjald fyri øktu útreiðslurnar, kann avleiðingin verða, at kommunuskatturin hækkar við hálvumøðrum prosenti.

Tað er eingin loyna, at landið í fleiri ár hevur flutt størri og størri ábyrgd út til kommunurnar. Hetta hevur merkt øktar útreiðslur fyri kommunurnar, sum tær siga seg ikki hava fingið nakað endurgjald afturfyri. Í komandi fíggjarári er væntandi, at tey mál, sum kommunurnar nú fáa álagt frá landinum, fara at kosta kommunum góðar 72 milliónir eyka. Hesa upphædd noyðast kommunurnar at fáa inn aðrastaðnis frá, og spurningurin er so, hvussu hetta verður gjørt. Á tíðinafundi týsdagin greiddu Kommunsamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag frá trupulleikanum við øktu útreiðslunum.

Landsstýrið má halda orð
Í sambandi við fíggjarlógaruppskoti hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, sagt, at skattalættin hjá landsstýrinum fer at hava við sær, at kommunurnar fáa hægri skattainntøkur.
- Hetta ljóðar gott, men vit hava enn ikki sæð nakað á skrift um, hvussu hetta skal gerast, og tað sakni vit. Vit hava alt ov ofta verið úti fyri, at landspolitikkarar hava lovað okkum inntøkur, sum í síðsta enda ikki gerast veruleiki, tá ið vit nærkast nýggjárinum, og so standa vit sum svartiper, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu og formaður í Kommunusamskipan Føroya. Hann vísir á, at kommunurnar noyðast at fáa vissu frá landsmyndugleikunum um, at teir fáa sínar øktu útreiðslur endurgoldnar frá landinum, og at tað er ógvuliga umráðandi, at landspolitikararnir halda orð.
Sambært útrokningunum hjá teimum báðum kommunalu felagsskapunum merkja øktu útreiðlsurnar eina meirútreiðslu upp á 1.490 krónur fyri hvønn borgara. Um henda upphædd skal fáast inn aftur umvegis kommunuskattin, merkir hetta, at hann skal hækka við umleið hálvumøðrum prosenti.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at Havnar Kommuna fer einki at gera, fyrr enn hon hevur fingið garanti fyri, at landsskatturin lækkar, tí kommunan er so mangan áður svikin av landspolitikkarunum, sigur hann.

Noyðast at gera okkurt
Rodmund Nielsen sigur, at kommunurnar í Føroyum í alt ov langa tíð hava verið ov lítillátnar, tá ið tað kemur til mál, sum landsstýrið hevur álagt teimum at taka sær av.
Hann nevnir í hesum sambandi, at landspolitikkararnir í fleiri ár støðugt hava hækkað botnfrádráttin í kommunuskattinum. Sambært ábendingum, ið Kommunusamskipan Føroya hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum, fer botnfrádrátturin at hækka við 2.000 krónum til komandi ár, og um so er, er hann hækkaður tilsamans 9.000 krónur seinastu seks árini. Hetta hevur merkt eina sera stóra skerjing í skattainntøkunum hjá kommunum, uttan at nakað er gjørt fyri at útjavna hetta, sambært Rodmundi Nielsen.
- Vit hava valt at fara út alment at gera vart við okkara misnøgd, tí nú noyðast bæði kommunal- og landspolitikkarar at gera okkurt, sigur Rodmund Nielsen. Hann sigur seg vóna, at landsstýrið nú kann koma við onkrum ítøkiligum, sum kommunurnar kunnu fyrihalda seg til, nú tær leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri komandi ár.
- Ein afturvendandi trupulleiki er tann, at fíggjarlógin hjá landsstýrinum er til viðgerðar heilt fram til jóla mangan, og tí vita kommunurnar mangan ikki, hvørjar fíggjarligar ábyrgdir verða lagdar á tær, tá ið tær leggja sína egnu fíggjarlóg, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn sigur, at hann ætlar ikki at leggja 1,4 prosent afturat kommunuskattinum, men tað kann verða, at landsstýrið ger tað neyðugt, sigur Heðin Mortensen.