Kom eggið úr hønuni ella hønan úr egginum, hvat kom fyrst. Hendan spurning settu teir stóru filosoffarnir Sokrates, Platon og Aristofeles fyri gott 2400 árum síðan niðri í Athen. Hóast teir ikki vóru einastu filosoffar um hetta mundi, so byrjaðu teir at seta nýggjar spurningar til tilveruna. Teir vóru ikki heilt nøgdir við, at ein gudilig forkláring var upp á alt í lívinum. Teir ásannaðu, at menn vóru føddir við skili og at hendan skil kundi brúkast til at finna gongdar leiðir, at skilja ein part av skapannaraverkinum. Ikki soleiðis, at teir útilokaðu tann stóra skaparan, ella tann stóra íverksetaran, tí hesin var til onkunstaðni úti í oyðuni og eisini inni í okkum sjálvum. Teir tríggir stóru filosoffarnir, sum runnu saman aftur í kristindóminu, komu at hava stóra ávirkan á hvussu
vit hugsa. Tann seinasti av hesum, Arostofeles kom helst næst at gita spurningin um hønuna og eggið, men tað er ein onnur søga.
Teir settu spurningar við lívið og teir komu eisini við uppskotum um hvussu lond skuldu stýrast. Eitt nú skutu teir upp eina demokratiska skipan sum eina gongda leið. Men demokrati hevði eisini eina skuggasíðu, helt Sokrates, tí við demokrati var vandi fyri at pøbilin fekk vald og tá kundi einki gott spyrjast burturúr.
Og spádómurin hjá Sokrates, hann er sannur. Um Hitler ikki gjørdist ríkiskanslari, so vóru milliónirnar í nazistaflokkinum framvegis pøbil og Týskland vildi næstan verið fyri somu vanlagnu um tað var Hitler ella onkur annar, sum mannaði Førarasessin.
Og nú rópar heimurin aftur bart. Ikki talingur um, at ein nazistuðul skal sleppa at sita í stjórn í einum landi, sum júst er tikið upp í felagsmarknaðin.
Spurningurin verður vendur aftur og fram. Er tað rætt av londum at leggja seg út í, hvussu onnur lond innanhýsis skipa stjórn?
Í heimlandinum hjá Hitler er ein víðgongdur á høgravonginum sloppin í stjórn saman við øðrum eitt sindur meira hóvligum.
Er tað rætt, at leggja seg út í hetta?
Spurningur sveimar hálvsvaraður. Hitler varð eisini demokratiskt valdur til ríkiskanslara. Hitler var somikið erligur, at hann áðrenn valið í 1933 ongantíð fjaldi, at hann nýtti demokratisku skipanina til at sleppa til valdið og at tá hann hevði fingið valdið, so vildi hann avtaka demokratiið og skipa fyri einum einaræði. Hetta varð týðuliga og greitt skrivað í »Mein Kamf« og í flokksskránni. Hendan erligheit hjá Føraranum er sum eitt haft um beinið hjá týska fólkinum í dag, tí júst hetta leggur ábyrgdina av ræðuleikunum undir seinna heimsbardaga beinleiðis á herðarnar á týska fólkinum. Týskarin valdi ein mann til at taka demokratisku skipanina av. Kanska vóru teir eitt sindur umskiltir, tí teir vóru vanir við ein sterkan Førara. Demokratiska traditiónin í Týsklandi átti ikki røtur longur aftur enn til Weimar republikkina, sum stjórnaðu Týsklandi eftir fyrra heimsbardaga. Tað vil siga at demkratiska skipanin í Týsklandi var ikki meira enn 15 ára gomul og hevði nógvar skeivleikar.
Síðan Hitler eru avleiðingarnar av verki hans, av hópdrápunum og ræðuleikunum enn lemjandi fyri nógv fólk. Tað svíður fast í sálini hjá týskarunum. Avleiðingarnar messað sítt javna lag. »Ongantíð aftur, ongantíð aftur«
Gongdin í Eysturríki fær tankarnar aftur at nema við Hitler og Holocoust. Vandi er fyri at pøbilin aftur fær vald og hesin óttin fer sum ein skjálvti gjøgnum vesturheimin.
Nú stórir partar av Eysturevropa liggja í búskaparligum sori, er eisini vandi fyri, at høgrakreftirnar aftur fara at vakna og londini kring Eysturríki kunnu aftur gerast ein krúttunna, sum tey hava verið fyrr.
Spurningurin um hønuna ella eggið var ringur at svara fyri 2400 árum síðan. Tó liggur eitt greitt í dag, ein nýggjur Hitler fær ikki so lætt við at sleppa til valdið í einum landi í vesturheiminum, soleingi minnið um »Holocoust« verður varðveitt. Hóast ungu týskararnir í dag onki hava havt við gomlu brotsverkinum hjá abbunum at gera, so mugu teir liva við, at heimurin heldur fram við at minnast ræðuleikarnar, fyri at byrgja fyri at ein nýggjur Hitler kemur á trónuna.
Tí heldur heimurin seg í dag ikki tigandi eins og í tríatiárunum, tá stjørnir verða skipaðar og mannahatskir politikkarar halda sem fram við. Heimurin leggur se útí stjórnarstríðið í, hann fer eisini at leggja seg út í um Pia Kjærsgaard ella Glistrup sleppa í stjórn í Danmark. Lat okkum vóna, at hann knallar nevan í borðið allastaðni, har mannahatsk fólk vilja sleppa fram at róðrinum.
Jústinus Leivsson Eidesgaard, Hamburg