Nú eg havi verið her í nakrar dagar, gingið túrar í góðveðrinum, verið til handils ella sitið á café, havi eg hugt eitt sindur eftir fólkasløgunum og teimum ymsu typunum. Her sær tú so at siga øll fólkasløg, sum er eitt úrslit av allari tilflytingini upp gjørgnum øldirnar, av iberarum, keltarum, rómverjum, jødum, sigoynarum, vestgotum og maurarum.
8090074
Men eg má fleiri ferðir smílkast við - kenni fleiri typir aftur, stuttligt at síggja dupultgangarar hjá ikki so fáum føroyingum: har gongur hann, har situr hon, og hygg har, Birgar Johannesen og Ingi Mohr, og tú Flemming Samuelsen, ja, tú ber alla tíðina kenslu við onkran. Ein bussur steðgaði, og nógv vøkur ung fólk streymaðu úr. So við eitt, bleiv eg so skakkur, tá tann eini drongurin kom úr bussinum - tað var, sum at síggja sonin hjá mær, Líggjas. So tað rennur nógv suðurlendskt blóð í nógvum føroyingum og meir enn hjá íslendingum og norðmonnum. Nógv av tí stavar frá sjórænaratíðini. Far til Skopunar, Skúvoyar, Mikladals, Hvalbiar, ja nógvastaðni finnur tú hettar myrka. Ættin hjá mær úr Nólsoy hevur eisini hettar íborið. Omma mín bleiv, ikki av ongun, kallaå fyri “Svarta Sanna”.
Var eina nátt á einum fínum hotelli í Santillana, serliga við tí fyri eyga at sleppa at senda og móttaka email, men sum ikki virkaði. Húsið var frá 1200 talinum, sera gott kamar við terassu - og sum tit síggja á myndini, siti eg við eini appelsin
og appelsintrøð aftan fyri meg. Undraðist aftur á hvussu fantastiskt skapanarverkið er. Hendan appelsinin er skapt til okkum menniskju at njóta. Eg má bara siga tøkk, mín Harri, og rennur mær í hug ein strofa, sum Steinvør Fonn syngur, “Takk Gud fyri vakurleika, lív og gleði”.
So legði eg leiðina móti tí fyrr umtalaða býnum Gernike, sum tók ein tíma at koyra. Fann eitt parkeringspláss mitt inni í býnum. Vildi so fegin síggja henda bý, tí eg kenni málningin Guernica, sum Pisacco málaði fyri ta republikonsku stjórnina í Madrid og sum skuldi prýða ta sponsku pavilliongina á heimsframsýningini í Paris 1937. Málningurin er um borgarastríðið og serliga um eina skakandi hending, sum býurin Gernika var vitni til. Her kemur søgan: Frá 1936 til 1939 var borgarastríð í Spaniu. Eftir at republikanararnir høvdu vunnið valið í 1936, gjørdu høgravendir fasistar, við general Franko á odda, uppreistur. Við stuðuli frá nasi Týsklandi vunnu Frankosa menn borgarakríggið, sum kostaði 350.000 mannalív, og sum vit síggja á myndini, flýggjaðu nógv illa fyrikomin fólk um tað franska markið.
Franko fekk harða mótstøðu frá Baskarunum, so fyri at bróta stríðsviljan hjá teimum, fekk hann hjálp frá tí týska og italienska flogvápninum at bumba baskarabýin Gernike.
Tann 26. apríl 1937 og mánadagur var. Nógv fólk vóru á torginum henda dag. Har vóru nógvir bøndur og húsmøður, sum keyptu og seldu. Tá byrjaðu klokkurnar í Santa Maria kirkjuni at ringja, fyri at ávara fólkið móti fíggjandaligum flogførum, sum vóru á veg móti býnum. Bert fáum náddi at finna sær skjól, áðrenn 43 flúgvimaskinur náðileyst bumbaðu og við maskinbyrsum drupu alt livandi, sum flutti seg á jørðini. Hesi eirindaleysu álop hildu á í tríggjar tímar, og býurin Gernike upplivdi eitt satt helviti. Millum brennandi hús lógu 1600 mennisku eftirá. Hendan hending skakaði allan heimin. Fýra dagar eftir hettar byrjaði Picasso upp á málningin: Guernica, og fimm vikur tók tað honum at mála hendan mótmælismálning, sum var svartur og hvítur,
Hann sýnir fullkomið kaos, vónleys móðir við sínum deyða barni, tað spanska fólkið, vitnir til hópdrápið og blóman, sum tekin um vón. Málningurin var í útlegd í m.a. í New York og kom ikki heim til Spania aftur fyrrenn eftir, at Franko var deyður og demokratiið aftur var sett á stovn. Nú hongur málningurin í Centro de Arte Reina Sofia savninum í Madrid. Var í býnum, gekk og hugsaði, hvussu ræðulig støðan hjá Gernikubúgvum mátti hava verið. Fór inn á eina café har fyri at skoða hesar íbúgvar.
Hugdi at m.a einum skulpturi eftir kenda mynda høggaran Henry Moore
. Gekk framvið ráðhúsinum, har tað baskiska flaggið veitraði. Síðani gekk leiðin norðureystur, yvir móti strondini.
Eftir at hava koyrt eina løtu, kom eg framvið trimum smáum hugnaligum fiskarabýum við nógvum litføgrum fiskibátum.
Har var nógv fólk at síggja á gøtunum hendan sunnudagin. Framvið Biskajavíkini liggja nakrar av teimum bestu fiskamatstovunum yvirhøvur. Nakrar ferðir koyrdi eg meg fastan í teimum smáu trafikkeraðu gøtunum niðri við havnalagið. Umsíðir kom eg til býin Sopelana, sum liggur í ein landnyrðing úr Bilbau. Har eg fann eitt gott kampingpláss . Tað, sum fekk meg at koma hagar, var, at í Bilbao er ein tann flottasti listaskálin í heiminum, sum eitur Guggenheim listaskálin. Týsdagin fór eg við metrotokinum inn til Bilbao. Tað tók hálvan tíma. Guggenheim listaskálin,
sum lat upp fyrstu ferð í 1997, liggur við ánna: Ria de Bilbao og er tann størsta turistmagnetin í Baskaralandinum. Hann er blivin eitt symbol fyri Bilbao á sama hátt, sum Jørn Utson’sa operahús er fyri Sydney. Hettar er ein serstakur bygningur, ið er evnaður sum eitt millumting millum eina rúmstatión og eitt risastórt blomstur. Hann er gjørdur úr titanium, steini og glasi. Er teknaður av tí amerikanska arkitektinum Frank Gehry og kostaði 650 milliónir at byggja. Yvist onga løtu í, at hettar hevur verð ein góð íløga. Har vóru nakrar framsýningar, millum annað ein við russiskari list, sum eg var so heppin at síggja. Ikki er á hvørjum degi ein sleppur at síggja tey bestu verkini frá søvnum í Sanktapætursborg og Moskva við bæði nútíðar og eldri list, nakrir risastórir propagandamálningar frá Stalin tíðini og frá revolutiónini, vóru við. Eisini var ein stór framsýning hjá einum amerikanskum myndahøggara, sum eitur Richard Serra. Hann hevði fingið tað størsta rúmið, hvar hann sýndi fram stórar avlangar veggir, sum vóru sneiddir ymsar vegir, og so kundi ein ganga millum hesar veggir, onkrir vóru spiralformaðir. Hesir veggir mundu viga fleiri 100 tons, tí teir vóru úr 5 cm tjúkkum stáli. Hvussu hesir risastóru stálveggir kundu vera formaðir so, er mær ein gáta. Eisini kundi ein royna við at taka nakrar tónar og lurta eftir, hvussu skapið á veggunum ávirkaði ljóðmyndina. Richard bleiv spurdur, hvat hansara størsta ynski var við tí, sum hann gjørdi, og svaraði hann, at tað var at fáa fólk at hugsa øðrvísi.
Dagin eftir var eg í Museum de Bellas Artes,
sum sýndi list frá 1100 talinum, eisini klassiska list við listamonnum sum: El Greco, Velázques, Goya og fram til dagin í dag. Savnið vísti eisini nógvar baskiskar málarar. Ein, sum hugtók meg nógv, var Aurelio Arteta, serliga vóru tað hansara freskomálningar.
Nú havi eg verið her á kampingplássinum í Sopelana nakrar dagar. Ein góður býur, á stødd við Havnina. Her er ein avbera vøkur strond, sum, í vikuskiftunum, verður nógv vitja. Her spæla tey fótbólt, ríða ,surfa.
Fólk sita á barrum og matstovum og njóta tað góða útsýni út á havið. Eitt satt paradís vil eg siga. Havi eisini verið á strondini og leita eftir steinum, sum eg kann nýta til mínar málningar. Ein kom og spurdi meg, meðan eg gekk og leitaði, um eg var fornaldarfrøðingur. Havi sikkurt sæð soleiðis út, var í stuttum buksum og hatti. Næsta dagin, eg var í bilinum hjá mær, hoyrdi eg eitt tjaldur láta. Eitt sera heimligt ljóð. Men tað, sum undraði meg, var, at eg helt meg bara hoyra eitt tjaldur og látið hoyrdist í jøvnum millumbilum og somu fjarstøðu. Vanligt tá tú hoyrir tjøldur har heima, so hoyrir tú ljóðið betur og betur, og tá so tey fara framvið, ja so fjarðar tað burtur aftur. Hettar tjaldurslát mátti kannast, so eg fór mær ein túr, hevði kikaran við og gekk eftir hesum løgna tjaldursljóði. À veg oman til strondina hoyrdi eg aftur ljóðið og nú klárari enn nakrantíð, kikaði so móti tí rætninginum eg helt, at ljóðið kom frá. So við eitt sá eg ein fugl, grábrúnur á liti, eitt sindur minni enn ein stari, standa høgt uppi á einum pela. Eg veit, at starar í Føroyum kunnu gott láta sum tjøldur viðhvørt. Hesin sang eitt repartuar við 4 ymiskum fuglaljóðum og millum annað hettar vælkenda tjaldursljóðið. So spurdi eg fólk sum gingu framvið, um tey kendu hendan fuglin, men tey ristu bert við høvdinum. Hevði eina diktafon við mær. So ein morgun sat hesin fuglur tætt við bilin hjá mær, og hepnaðist mær at taka morgunsangin hjá honum uppá band. Nú hugsaði eg, at lætt var at fáa at vita, hvør hesin tjaldurshermari var. Fór niðan á móttøkuna á kampingplássinum og spældi ljóðið við fuglinum fyri 3 fólkum har. Tey fóru at flenna og søgdu, at hattar var ein: Gaviota. Endiliga var tað onkur, ið visti, hugsaði eg, so eg skundaði mær oman í bilin, sló upp í sponsk/donsk orðabókini. Men har stóð, at Gaviota var ein Likka. So har var heldur eingin hjálp at heinta. Ein annan dagin, var eg niðri á einum urtagarðsøki. Spældi ljóði fyri tí fyrsta, sum segði tað vera eina kvørkveggju, men so spældi eg ljóðið fyri tí næsta, sum var ein eldri maður. Hann segði beinan vegin at fuglurin at : Hesus Maria Garay, á Sponskum. Fór á alnótina, sum sigst at vita alt og spurdi so hana um: Hesus Maria Garay var at finna har, men hon svaraði, at tað var ein songkvinna, sum at Maria Karay. Fór á bókasavnið, fekk allar bøkur um fuglar, men ongin Hesus Maria Garay at finna. Kanska finni eg navnið, tá eg komi heim.
Annars havi eg arbeitt um dagarnar við at bróta ymiskar spanskar steinar við mortaranum sum Leivur mammubeiggi sáli gjørdi mær. Royni støðugt at arbeiða við hesum, sum er alneyðugt. Ùrslitini koma ikki av sær sjálvum. Tað eru 3 ting, sum eru umráðandi, tá ein m.a. arbeiðir við tílíkum, og tey eru: at ein arbeiðir. Hettar at arbeiða við steinmáling støvar illa, men áhugin at arbeiða við hesum hugtekur meg og er sera spennandi, allatíðina at finna útav onkrum nýggjum. Havi ikki hug at endurtaka nakað eg havi gjørt, tí eg veit, eg kann skapa eina nýggja mynd. Hettar hava vit menniskju íborið frá Skaparans hond, altíð at kunna gera nakað nýtt. Hvør mynd, skal vera einastandandi (unik)
Annars geri eg ymiskt. Keði meg ongantíð ! og tað eri eg takksamur fyri. Gangi túrar framvið strondini sum oftast. Siti á internetcafé, keypi inn. Matgeri sum oftast í bilinum, sum hevur alla ta neyðugu útgerð, sum skal til. Her er einki luksus ! Siti, tá tað viðrar, úti á terassuni, sum er eitt tað besta við bilinum, at kunna njóti tað frísku Atlantshavsluftina og útsýnið útyvir Biskajavíkina.