“Hópdrápsmaður” fríkendur

Sture Bergwall, sum áður gekk undir navninum Thomas Quick, er fríkendur fyri enn eitt dráp, hann áður hevur fingið dóm fyri.

Hendingin, tá eitt hollendskt par bleiv dripið í 1984, er kannað av nýggjum, og niðurstøðan er, at Bergwall ikki kann hava framt dupultdrápið.

Hann var annars upprunaliga dømdur fyri heili átta dráp, sum hann vóru framd kring Oslo í Norra og annars yvir eitt stórt umráði í norðaru helvt av Svøríki.

Ferð eftir ferð hevur hann viðgingið bæði neyðtøkur og morð í Norra og Svøríki, og serliga hevur talan verið um mál, har mannfólk hava verið offur.

Hetta er alt eisini viðvirkandi til, at eitt av eyknevnum hansara er “hin falski hópdrápsmaðurin”.