Hópfíggjað ólavsøkukabarett í sjónvarpinum

Talan verður um eina øðrvísi ólavsøkukabarett í ár, og tað fer ikki at bera til at leggja leiðina fram við Sjónleikarahúsinum á ólavsøkuni sjálvari.

Koronustøðan í landinum hevur við sær, at tað ber ikki til at halda kabarettina sum vant, og tí hevur manningin handan kabarettina í ár valt ein annan leist at hava kabarettina, sigur Andrias Høgenni, sum aftur í ár er leikstjóri.

– Tað er ein heldur øðrvísi ólavsøka í ár, so vit mugu finna ein annan leist at fáa tað heila at hanga saman, sigur Andrias Høgenni.

– Vit hava fingið eitt samstarv í lag við Kringvarpið, har vit hava tvær filmaðar sýningar. Vit hava fingið boð um, at bert 40 fólk sleppa inn í senn. Tí fara vit at umbyggja allan salin, so vit kunnu filma sýningina, og so er tankin at kabarettin skal sendast í sjónvarpinum til allar føroyingar á ólavsøku.

Sostatt verður eingin vanlig sýning í Sjónleikarahúsinum á ólavsøku, og sostatt fær kabarettin heldur ikki nakrar inntøkur av atgongumerkjasøluni. Neyðugt hevur tí verið við alternativum fíggingarloysnum, og umframt at søkja um stuðul frá fyritøkum og kommununi, hevur kabaretttoymið eisini sett á stovn hópfígging, hvørs mál er at savna inn 30.000 krónur.

– Vanliga hevur kabarettin klárað seg við bilettsøluni, og hon hevur verið alt fíggjarliga grundarlagið undir kabarettini, sigur Andrias Høgenni og leggur aftrat, at skal kabarettin geva meining fíggjarliga, er neyðugt at fáa inntøkur aðrastaðni frá.

Hópfíggingin er komin upp á 11.000 krónur eftir bert einum degi, og tey, ið lata fleiri enn 350 krónur umvegis hópfíggingina, fáa eisini eitt VIP atgongumerki til aðra av upptøkusýningunum.

– Mann skal skunda sær, vil mann hava fatur á hesum VIP billettunum. Og tá fært tú eisini okkurt gott til góman og drekkivørur aftrat, sigur Andrias Høgenni.