Føroyingar hava altíð dugað at funnið sær arbeiða uttanlands, tá ið lítið arbeiði hevur verið í Føroyum.
Í Føroyum er nú ógvuliga lítið av arbeiði til elektrikarar, maskinsmiðir og aðrar handverkarar, og hetta hevur gjørt, at handverkarar í hópatali eru farnir til Noregs at arbeiða, og tað serliga í frálandavinnuni.
Faroe Offshore Service á Skála og Pam Offshore Service í Havn eita fyritøkurnar, sum hava sent flestar handverkarar til Noregs, men eisini aðrar smærri fyritøkur hava funnið føroyskum handverkarum arbeiði í Noregi og í øðrum londum.
Ein leyslig meting sigur, at úti við 200 føroyskir handverkarar, mest elektrikarar arbeiða í norsku frálandavinnuni.
Rinda skatt í Noregi
Skattaavtalan millum Føroyar og Noreg sigur, at arbeiða teir á norska landgrunninum, gjalda teir ikki skatt í Føroyum, men í Noregi, har skatturin er minni enn helvtina av kattinum í Føroyum.
Teir leggja tó nógvan pening eftir seg í Føroyum, tí teir eru javnan heima, familjan er eftir í Føroyum, og allir ferðast við Atlantsflog. Teir taka eisini nógv skeið í Føroyum fyri at hava neyðuga førleikan til at átaka sær arbeiði í Noregi.
Eftir í Føroyum eru ikki nógvir elektrikarar, verður sagt.
Sum er hetta ikki nakar trupulleiki, tí so lítið av arbeiði er.
- Men skuldi tað hent, at vit fáa eina stóra uppgávu, kann tað gerast trupult at fáa fólk, sigur John Eli Olsen, stjóri á El-Service á Skála.
Hann vísir á ein annan trupulleika.
- Tað verður væntað av fyritøkununum í Føroyum, at vit taka inn lærlingar, men tað kann lætt gerast ein trupulleiki, tá ið talið av sveinum er avmarkað, sigur John Eli Olsen.