Hópurin til venjingarlegu úttikin

Lene Terp, landsliðsvenjari hevur innkallað 27 spælarar til venjingarlegu í Føroyum í døgunum 7. – 10. apríl

Tvey nýggj andlit verða at síggja í landsliðsbúnanum, tá A-landsliðið við kvinnum savnast til venjingarlegu eftir páskir. Landsliðsvenjarin hevur nevniliga sent boð eftir tveimum KÍ-spælarum, sum ikki áður hava verið á A-landsliðnum, hóast tær báðar hava umboðað Føroyar á ungdómslandsliðum. Talan er um 24 ára gamla áleyparan Hervør Olsen og 21 ára gamla miðvallaran Tóru Mohr, skrivar Fótbóltssambandið.

Venjingarlegan er fyri spælarar í heimligu kappingini, og harumframt verður Ásla Johannesen, sum dagliga býr og spælir í Danmark, eisini við á leguni, tí hon er heima í Føroyum á páskum. 

Tær, ið hava fingið landsliðsboð til venjingarleguna eru:

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland

Jacoba Langgaard, B36

Olga Kristina Hansen, B36

Valborg Østerø, B36

Emma Hansdóttir, B36

Rakul Maria Johannesen, B36

Julia Helena Henriksen, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jónvá Hentze, HB

Sarita Maria Mittfoss, HB

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Birita Ryan, KÍ

Durita Hummeland, KÍ

Sanna Svarvadal Jacobsen, KÍ

Hervør Olsen, KÍ

Tóra Mohr, KÍ

Heidi Sevdal, NSÍ

Margunn Lindholm, NSÍ

Monika Sumberg Samuelsen, NSÍ

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála

Marita á Fríðriksmørk, Víkingur

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

Mona Rasmusdóttir, Víkingur

Maria á Lakjuni, Víkingur

Hanna Isaksen Højgaard, Víkingur