Hørð spreinging í donskum pizzaria

Fleiri fólk fingu skaða í einari ógvusligari spreinging í einari pizza-matstovu í Bramming tíðliga í morgun -Spreingingin, sum var beint fyri klokkan fýra í morgun, var ógvuliga hørð, men vit vita framvegis ikki, hvat tað var. Kortini eru vit rættiliga sannførd um, at talan er um eina brotsgerð, sigur løgreglan í Esbjerg við danska kringvarpið.

Bramming er stutt eystan fyri Esbjerg.

Løgreglan sigur, at fleiri fólk hava fingið skaða, men einki verður sagt um, hvussu stóran skaða tey hava fingið.