Hýruvognar í verkfalli

Hóast ein kanska skuldi hildið, at hýruvognarnir í Kina hava nóg mikið av fólki at koyra, so stríðast teir eisini har um ferðafólkini. Í gjár løgdu 300 hýruvognsførarar í býnum Chongqing arbeiðið niður, tí teir lokalu myndugleikarnir vóru komnir við einum uppskoti um at geva fleiri loyvi at fáa sær hýruvogn.

Umleið 300.000 fólk búgva í Chongqing, og teir lokalu myndugleikarnir siga, at tørvur er á 100 hýruvognum afturat. Men tað halda teir, sum nú koyra hýruvogn, ikki, og tí settu teir bilarnar í gjár.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at hýruvognsførarar í Kina eru í verkfalli. Fyri trimum vikum síðani stóðu 9.000 hýruvognar stillir, tí tá vóru eigararnir misnøgdir við, at tað kostaði so nógv at fylla tangan, og at teir fingu harða kapping frá bilum, sum ikki høvdu loyvi at koyra sum hýruvognar. Ta ferðina endaði alt í einum ruðuleika, og úrslitið varð, at fleiri hýruvognar og minst tríggir løgreglubilar vórðu oyðilagdir, skrivar AP.

Eygleiðarar í Kina siga, at alt fleiri kinesarar bera ótta fyri at missa inntøku og kanska enntá arbeiðið orsakað av fíggjarkreppuni.