Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapartin hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og sum skilst, so hevði hon kykað í kolkomfýrinum.
Boð komu ikki fram
Fólk hava havt á lofti, at long tíð gekk, áðrenn sløkkiliðsbilurin úr Vági kom á staðið.
Ein sløkkiliðsmaður, ið vit hava prátað við, sigur til hetta, at tað gingu bert eini 16 - 17 minuttir frá tí boðini komu, til teir komu á staðið.
Men hann váttar, at tað eftir øllum at døma gekk heldur striltið við samskiftinum við alarmsentralin í Havn.
- Fartelefonin ringdi 3 ferðir, men eingin var í hinum endanum. Eg fór so til eina telefon á arbeiðsplássinum, har ringdi eisini, men sama skilið. Og eg frætti, at tað sama hendi heima við hús, har sonur mín tók telefonina. Síðani varð ringt manuelt, greiðir sløkkiliðsmaðurin frá.
Hann sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at galið hevur verið við samskiftinum. Og vart hevur verið gjørt við hetta, at skipanin er einki verd fyri Suðuroynna, og hetta er minst 3. ferðin á rað, at sera illa gongst við samskiftinum.
Mannagongdin er, at ringt verður fyrst til fartelefon, sum allir sløkkiliðsmenn hava, síðani til arbeiðspláss og so til hús, um fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini síðani givin og so játta menn móttøkuna av boðunum.
Verri enn nakrantíð
Guðmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági, váttar hesi tíðindi og sigur, at hesaferð gekk verri enn nakrantíð við samskiftinum.
- Eg veit ikki júst nær boðini eru farin til Havnar úr Sumba, men vit eru fleiri sløkkiliðsmenn, sum arbeiða á Vágs Skipasmiðju, og nakað eftir klokkan 14 fóru allar fartelefonirnar at kima, men einki var at hoyra. Hetta hendi einar 3 ella 4 ferðir. Tá mátti eg ringja til Havnar fyri at vita, um talan var um eina venjing ella eina roynd, sigur Guðmund, sum helt seg kenna telefon nummarið.
- Nei, nei, eldur er í, var svarið.
- Tað hava helst gingið eini 3 korter, frá boðini fóru úr Sumba til Havnar, til bilurin kom á staðið, hóast vit bert tóku einar 15 til 20 minuttir. Tað er eisini nóg long tíð, men vit hava ein gamlan bil, sum ikki koyrur skjótari en eitt víst, sigur Guðmund Jacobsen.
Biðið um frágreiðing
- Hetta er undir allan kritikk, sigur Guðmund Jacobsen, sum eisini minnir á, at fleiri stórir eldar hava verið síðstu tíðina og fleiri ferðir hevur verið trupult við samskiftinum.
- Nú er verri enn nakrantíð og tað kann ikki góðtakast, tí hetta er álitið hjá fólkinum, ið her býr, sigur Guðmund Jacobsen, sum hevur biðið um frágreiðing frá alarmsentralinum í Havn í samband við eldin hósdagin.
Talan var um eldri hús og sera turran við, so lítið var at gera, tá sløkkiliðsmenn úr Vági komu til Sumbiar. Húsini stóðu ikki til at bjarga.