Húsalánsgrunnurin hevur ikki trýst prísin upp

? Vit hava spælt við opnum kortum, og alment sagt, at vit ætla okkum undir alternativa húsabygging. Tá vit bjóðaðu upp á trøðna á Boðaneshamri var tað við tí í hyggju, at byggja íbúðir, serliga ætlaðar eldri, ungum og rørslutarnaðum

Eirikur Lindenskov


? Tað er órættvíst av Høgna Mikkelsen at leggja Húsalánsgrunnin undir at hava trýst prísin á trøðni á Boðaneshamri í Havn upp. Umframt Húsalánsgrunnin vóru tað tríggir aðrir, ið bjóðaðu.

Hetta sigur Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum í viðmerking til tað, sum Høgni Mikkelsen, byggiharri, bar fram í Sosialinum í gjár um, at hann mátti kappbjóða við almenna Húsalánsgrunnin um trøðna, sum tískil gjørdist óneyðuga dýr.

? Vit hava týðuliga og greitt boðað frá, at vit ætla at fara undir alternativa bygging. Trupulleikin hjá okkum hevur verið, at okkum hevur tørvað lendi. Trøðin á Boðaneshamri er sera væl egnað til endamálið, og tí valdu vit at bjóða upp á hana, sigur Jóannes Dalsgarð.

Ætlanin hjá Húsalánsgrunninum var at byggja í smærri eindum - beinleiðis ætlað til ávís endamál.

? Nú liggur hendan trøðin nærindis býnum. Hon liggur beint við Láargarð og vardu íbúðirnar. Tí høvdu vit ætlanir um m. a. at gera smærri íbúðir til eldri fólk, eins og íbúðir til yngri og til rørslutarnað fólk, sigur Jóannes Dalgsarð.

? Nógv eldri fólk sita í stórum húsum, og okkara royndir eru, at fleiri teirra fegin vildu flutt í eina minni íbúð.

Jóannes Dalsgarð sigur, at teir eisini hava verið í samband við kommununa í Havn, sum eisini hevur víst á okkurt øki, men hetta liggur so langt burtur frá býnum, og so er tað heldur ikki byggibúgvið enn.


Vit hava sama rætt

Annars vóru tað fleiri, sum buðu upp á trøðna. Umframt sakføraran hjá Húsalánsgrunninum vóru tríggir aðrir advokatar, sum bjóðaðu.

? Vit gjørdu hinum beinanvegin greitt, hvørjir vit vóru, tí vit vildu spæla við opnum kortum. Men hinir sakførararnir søgdu ikki, hvønn teir umboðaðu, sigur Jóannes Dalsgarð.

Hann sigur víðari, at Húsalánsgrunnurin bakkaði út, tá boðið var komið upp á 2,8 milliónir. Tveir aðrir sakførarar bjóðaðu víðari, til boðið endaði uppi á 3,1 millión - og var tað sakførarin hjá Høgna Mikkelsen, sum átti síðsta boðið.

? Vit hava als ongan áhuga í at pressa traðarprísir upp, og var tað júst tí, at vit spældu við opnum kortum. Vit hava sjálvandi sama rætt sum aðrir at bjóða, og vit hava jú alment boðað frá, at vit hava ætlanir um at fara undir alternativa bygging.


Vit høvdu

byrjað beinanvegin

Jóannes Dalsgarð vísir annars á, at tað er munur á bygging - privatari bygging, har tú roynir at gera alt á bíligasta hátt, og so á bygging við vinningi fyri eyga.

? Tá tú sjálvur byggir tær eini hús, so roynir tú alt hvat tú kanst at gera hetta á bíligasta hátt. Men tá tú keypir eina trøð at stykkjar út, so er tað við vinningi fyri eyga. Soleiðis er tað bara.

? Men okkara endamál var ikki at vinna pening. Vit ætlaðu at fara undir alternativa bygging, smærri eindir, sum skuldu gerast so lagaliga, sum gjørligt. Tað skuldi bara malið runt fíggjarliga.

Jóannes Dalsgarð sigur eisini, at Húsalánsgrunnurin hevði farið undir arbeiðið beinanvegin, tí tørvurin á slíkum íbúðum er í dag.

Men tað ætlar Høgni Mikkelsen ikki.

? Hann sigur, at hann bæði skal gera 1., 2. og 3. byggistig við Løgmannabreyt liðugt fyrst, og at hann tí ikki fer undir byggingina á Boðaneshamri enn, vísir Jóannes Dalsgarð á.

Hann leggur dent á, at tað ikki er Húsalánsgrunnurin, sum hevur trýst prísin upp.

At Høgni Mikkelsen heldur tað vera órættvíst, at Húsalánsgrunnurin í heila tikið bjóðar upp á eina slíka ogn, hevur Jóannes Dalsgarð ikki so nógv at siga um.

? Eg respekteri tað, sum hann heldur. Tað er hansara meining. Tí haldi eg, at vit eisini mugu kunna hava okkara meining og okkara ætlanir.