Bara átta av teimum 110 tonsunum, sum vóru á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum í dag, var hýsa, men prísurin var hinvegin góður. Hýsa II fór fyri 14,25 krónur í meðal fyri kilo, og meðalprísurin á hýsu III var 13,07 krónur.
Góð 40 tons vóru av toski. Toskur II fekk meðalprísin 14,10 krónur í meða, toskur III fór fyri 13,04 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 11,30 krónur.
Nøkur línuskip seldu í dag, og tey høvdu millum annað 50 tons av brosmu og 20 tong av longu, men prísurin var ikki tann besti. Brosma II fór fyri 8,07 krónur í meðal og brosma III fyri 7,50 krónur. Meðalprísurin á longu II var 11,26 krónur, og longa III fór fyri 9,74 krónur.
Tey 110 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri 1,8 millión krónur.