Óhóskandi fyri listasnobbar

Speiskar, sorgblíðar, skemtiligar. Allar meiningar um list fingu pláss í Riberhúsi í Fuglafirði týskvøldi í gamla goymslubygninginum, sum gjørdist ein listaperla og sum í løtuni hýsir síni 50. listaframsýning

- Ein góður listamaður er ein deyður listamaður, sum onki seldi, meðan hann livdi. So vita tit tað, tit sum klára at fylla Listaskálan við áskoðarum ella liggja ovast á metseljaralistanum hjá bókasøluni! Speisemið feilt onki, tá Justinus Eidesgaard undirhelt eitt stúgvandi fult Ribarhús í Fuglafirði týskvøldi við sínum erligu og sera bersøgnu hugleiðingum um, hvat list er fyri nakað. Annars gjørdi hann vart við, at tey, sum væntaðu sær eitt svar uppá spurningin, fóru at fara skuffaði avstað aftur. Skuffaður var tað nú neyvan nakar, sum bleiv ? kanska onkur sjálvhátíðarligur snobbur, men teimum var tað ikki rættiliga pláss fyri í gamla goymslubygninginum við síðuna av Piddasahandli hesa løtuna.
...
Hugtakandi málningarnir hjá Heðini Kambsdal, sum hanga á veggunum í Ribarhúsi beint nú, siga eina søgu. Ikki bara hana, um eitt serligt listahugflog, men eisini eina um nakrar ídnar eldsálir í Fuglafirði, sum megnaðu at umskapa ein gloymdan goymslubygning til eina listaperlu av tí ektaða slagnum. Tað, sum byrjaði sum ein roynd at lokka okkurt smæðið listafólk út úr kjallaranum við eini skitsu ella kanska báðum tveimum, er eftir bert fáum árum vorðið eitt tað mest lokkandi savningarstaðið fyri listafólk og listaáhugaði í Føroyum. At sleppa at sýna fram í Ribarhúsi er vorðið ein heiður og at trína inn er ein fragd av teimum fáu. Framsýningin hjá Heðini beint nú er tann 50. í røðini og tað høvdu tey, sum eiga lívið í Ribarhúsi, sett sær fyri at hátíðarhalda. Ella gera eitt sindur burturúr er nokk rættara orðið, tí serliga hátíðarlig vóru tey ikki, Lena og Niclas, sum ikki lótu streymslit órógva spæligleðina, Lena L. Mohr, fuglfjarðagentan, sum gjørdist havnakvinna, og hesuferð gjørdi sær sínar tankar um List og samskifti, metseljarin sjálvur, Justinus Eidesgaard, sum hevði sett sær fyri ikki at svara spurninginum ?Hvat er list? og skemtarin, Heri Simonsen, sum grunaði yvir, hvør munurin er á at innrømma og innramma síni mistøk, og hví Jeepurin hjá Trónda Patursson ikki hevur flagtak ...
...
Tá tað nú ikki ber til at forklára fólki, hvat góð list er fyri nakað, hví so ikki bara taka hana við sær og vísa teimum hana? So Justinus Eidesgaard hevði fylt sær bilin bil við sínum yndismálningum og tikið teir við sær í Riberhús. Soleiðis. Gerið so væl. Upp á staffeliið kom ein ovurstórur málningur av eini naknari kvinnu, og Justinus var fyndarglaður, tí nú slapp hann endiliga at vísa málningin, hann annars má goyma í kjallaranum, tí tað ikki sømir seg at hava slíkt hangandi í stovuni. Tað er ov galið, helt Justinus, tí hvat skal listin, um hon ikki skal øsa, sjokkera, rúsa, arga. Nei, føroysk list er alt ov skikkilig, og torir ikki at vísa føroyingar, tá teir bera seg at, sum menniskju, segði Justinus, meðan hann tosaði seg enn heitari
- Eg sakni heitu lýsingarnar av bilfríggjunum, sum eru grundarlagið undir teimum flestu hjúnarbondunum. Eg sakni skríggjandi elskhugsýlini millum fjøll í myndlistini. Eg sakni listina, tá sorgin sveipar sín náðileysa koyril yvir samfelagið í sundursorðaðum ungdómum, sjólætnum monnum, grátandi einkjum, faðirleysum børnum og tungum líkfylgjum. Eg sakni myndlistina hjá einsamøllum eldri, sum gerast einsamallari fyri hvønn dag, onkur av teirra javnlíkum doyr frá teimum. Eg sakni myndlistina í vertskapi, í hundasjúku, í sjalousi, í ótrúskapi, tá vekingarrørslurnar ganga sína sigursgongd yvir landið.
Justinus tosaði við stórum armrørslum um listina, sum í veruleikanum bara er ein eftirlíkning av fyrsta listaverkinum av teimum øllum ? skapanarsøguni, men hann undraðist og argaðist yvir at føroyingar ongantíð vóru komnir víðari enn til motivini, sum vóru skapt triðja dagin - havi, fjøllini, landslagið.          
- Ikki tí, tað í sær sjálvum er nakað galið við landslagslist, hon er bara so ovurumboðað í føroyskari list, at tað hálva hevði verið væl meir enn nokk. Er tað ikki líka við at vera í so nalvaskoðandi, tá føroyingar halda tað vera so frálíkt at hava somu mynd hangandi á vegginum, sum hana teir síggja hvørja ferð, teir kaga út millum gardinurnar í vindeyganum.?
Men gott er, helt Justinus. Um tey, sum eiga málningin, halda hann vera góð list, er hann tað nokk, tí sannleikin um góða list kann ongantíð verða annar enn tín egni, sum góði, gamli Kant so vísiliga segði tað.
...
Eitt ferðsluóhapp á veg til Fuglafjarðar gjørdi, at blaðstjórin á Kvinna, Lena L. Mohr, var eitt sindur seinkað til løtuna í Ribarhúsi. Vónandi skal tað ikki vera neyðugt við einum ferðsluóhappi fyri at fáa okkum at steðga á, hugleiddi Lena, men tað fekk hana at hugsa um, hvussu illa vit í grundini duga at geva okkum stundir til at binda frið eina løtu. Og júst hetta megnar listin ? hon krevur av okkum, at vit steðga á og merkja okkara kenslur, steðga á og geva okkum stundir til at smílast, flenna, gráta, hugsa. List fær menniskju reagera, tí er hon kanska fyrst av øllum ein máti, menniskju samskifta við hvønn annan uppá, segði Lena
Við einum starvi sum lýsingarfólk, var tað kanska upplagt, at Lena L. Mohr hevði valt at hugleiða um ?List og samskifti?, men sjónarhornið hjá Lenu var eitt sindur øðrvísi, enn tað vanliga. Í Lenusa verð er tað list, tá vit lata okkum í okkara yndis cowboybuksir, tá vit hanga júst hasa lampuna upp í stovuni og tá vit prenta vakrar myndir á okkara ferðavinnufaldarar. Vit gera tað, tí tað hevur týdning fyri okkum, og tí vit vilja fortelja nakað serligt um okkum sjálvi og fyri okkum sjálvum.
- Tey flestu av okkum halda kanska, at vit í besta føri brúka ein lítlan part av okkara frítíð uppá list, tá vit fáa tikið okkum saman at lesa eina bók ella fara á eina framsýning. Men í veruleikanum eru vit umgyrd av og brúka list allatíðina og allastaðni í gerandisdegnum. Tí ber tað als ikki til at ímynda sær eina verð, uttan list, segði Lena, sum ikki var sørt errin av at vera uppvaksin í eini bygd, sum í so stóran mun hevur valt at brúka listina og mentanina til at fortelja søguna um seg sjálva.
...
Stúgvandi fulla hølið í Ribarhús hetta kvøldið var nokk besta prógvið um, at fuglfirðingar duga hatta við geva listini pláss í gerandisdegnum og ikki minst at rúma henni í øllum hugsandi útgávum. Eisini frá skemtiliga sjónarhorninum hjá Hera Simonsen og hansara prikandi søgum, sum avgjørt ikki vóru fyri smásárar sálir. Spell at tað ikki ber til at endurgeva tær á prenti, tí eins og list og serliga løtan í Fuglafirði týskvøldið, skuldu tær upplivast.