Hóskandi skipanir til føroysk viðurskifti

Eitt álit afturat er komið landsstýrinum til stuðul og vegleiðing, Útbúgvingarpolitikknevndin/Sjálvstýrisverkætlanin bind 1 og 2. Talan er um álit um útbúgvingar- og granskingarpolitikk

Á drúgvum tíðindafundi í gjár, fekk landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, handað álitið, ið tekur upp viðurskifti viðvíkjandi undirvísing og gransking.

Formaðurin í nevndini, ið skrivað hevur álitið, Petur Petursen, segði millum annað, at størri sameining má vera millum undirvísing og gransking og vinnulív. Nevndin hevur tó hildið seg til gerandisveruleikan, og hevur tikið hædd fyri sjálvstýrisverkætlanini.

Álitið er í tveimum bindum. Sjálv frágreiðingin og í bindi 2 eru frágreiðingar, skjøl, hagtøl og annað.Bóklingarnir fáast til keyps í bókasølum og kosta 50 krónur hvørt bindi.

Talan er um rúgvusmikið tilfar og um stórmál.

Nevndin, hevur verið sett saman soleiðis. Petur Petersen, formaður. Karin Toftegaard, ið fór til Danmarkar, varð avloyst av Mariu Róin. Jóan Pauli Joensen, ið fór til Noregs. Í hansara stað kom Arne Nørrevang. Hann fór frá sum rektari á Fróðskaparsetrinum og nýggi rektarin, Malan Marnesdóttir kom í nevndarsessin. Arne Poulsen, Kjartan Hoydal, Ronnie Thomassen fyri MFS og Claus Reistrup og Ingibjørg Berg sum skrivarar.


Hugskotsgrunnur

Nevnin sigur í formælinum m.a., at hon hevur hildið uppgávu sína verið at virka sum hugskotsgrunnur, sum landsstýrismaðurin kann oysa av. Tilráðingarnar eru til landsstýrismannin í undirvísingar- og granskingarmálum at arbeiða meira við.

Frágreiðingin tænir eisini fyri ein part sum útgreiningar til landsstýrismannin í sjálvstýrismálum í samband við sjálvstýrisætlanina.

Petur Petersen greiddi á tíðindafundinum frá nevndararbeiðinum og tók samanum rúgvusmikla arbeiðið.

Møguleiki var at seta spurningar og Kjartan Hoydal, nevndarlimur metti, at skal ein orða seg stutt og beinrakið um endamálið og úrslit av arbeiðinum, so er talan um at fáa skipanir, ið hóska til føroysk viðurskifti. Ikki halda á við at arva stórar og dýrar skipanir frá øðrum.


Tekur tíð

Á tíðindafundinum greidd Arne Juul Arnskov frá um tíðina , tá skúlaverkið var yvirtikið fyri 20 árum síðani. Signar á Brúnni greiddi frá um tíðarskeiðið 1979 -1999. Signar viðmerkti, at orðaskiftið í dag líkist tí, ið var í 1979. Í dag vísa vit til álit frá 1979. Tá var víst til álit frá 1969. Landsstýrismaðurin staðfesti, at tað tekur drúgva tíð at setanakað í verk.

Álitið hjá Útbúgvingarpolitikknevndini er umfatandi. Har verður m. a. mælt til samstarv millum lærarar og pedagogar um børnini seinastu árini undan skúlaaldri og fyrstu skúlaárini.

Mælt verður til, at fólkaskúlin í útgangsstøði endar í 9. flokki, at næmingurin tá veit hvat hann vil.

Kunningartøknin er frammaliga í huganum, tí hon kostar ikki so nógv og er ikki staðarbundin. Kann fyri tað vera hvar tað skal vera, tí internetið knýtir saman.

Biotøkni og læknavísindi eru frammaliga og mælt verður til at skapa granskingarumhvørvi, so gransking kann mennast, tí tað eru fólk, ið banka uppá fyri at sleppa at granska her.

Áhugavert og frameftirlítandi álit, har nógv er at tríva í.