Í hesum døgum byggir Húsmøðrafelagið í Klaksvík út. Hetta er til fyrimuns fyri bæði Húsmøðrafelagið, ið húsast í ovaru hædd í bygninginum við Bøgøtu, og fyri Handarbeiðsskúlan, ið húsast í restini av húsinum.
Útbyggingin hevur við sær, at Handarbeiðsskúlin fær vátrúm í kjallaranum, har tey kunnu fást við garving, tøving og annað, ið hevur við vatn at gera.
Handarbeiðsskúlin byrjar í dag eitt skeið í tøving. Hetta skeiðið varðir í 16 dagar, og læra luttakararnir gera ymisk listhandverk, har tey brodera og tøva. Seinni skipar Handarbeiðsskúlin fyri skeiðum í patchwork, leður og skinn og síðani fyri einum skeiði, har fólk læra at gera føroysk klæði. Alt á Handarbeiðsskúlanum verður gjørt frá grundini, vísir Katrin Joensen á. Hon sigur, at mynstur bert verða nýtt sum hugskot og ikki sum uppskriftir.