Hilmar Jan Hansen
[email protected]
– Vit sparkaðu í skúlagarðinum ella á bønum, tá tað bar til, men so komu bøndurnir og kístaðu okkum burtur, tí grasið mátti fáa frið. Men so skjótt bøurin var sligin, vóru vit aftur har og spældu. Tað er tað fyrsta, eg havi fingist við bóltspæl, og tað endaði so við, at eg fór at spæla við Streymi.
Hetta vóru fyrstu minnini um bóltspæl hjá Óla Christiani Djurhuus, hósvíkinginum í málinum hjá KÍF síðstu 23 árini.
– Eg spældi fótbólt við fyrst Streymi og seinni EB/Streymi, til vit fluttu upp í 2000. Tá gavst eg, eftir at hava verið málmaður á besta liðnum har í 17 ár, sigur Óla Christian, sum tað sama kundi havt eitt ítróttarlív, ið ikki fevndi um annað enn fótbólt, var tað ikki fyri einum tá ungum kollfirðingi, Petur Martin Johansen, ið kom eftir honum og royndi at lokka hann at koma til Kollafjarðar at spæla hondbólt, tí teir í KÍF stóðu og manglaðu ein málmann.
– Eg átti tvey eldri systkin, Regin og Hallfríð, sum eisini stóðu í málinum, so eg hevði hugt nógv eftir hondbólti – Regin, sum er 12 ár eldri enn eg, var við til C-HM í Portugal í 1986 og spældi annars bæði við KÍF og VÍF, og Hallfríð spældi við VÍF – og tað endaði so við, at eg bleiv hangandi í tí, sigur hann.
– At so kollfirðingar øll hesi árini hava havt ein hósvíking í málinum, haldi eg, at teir hava vant seg við. Annars hevur Hósvík ikki verið tann stóri útflytarin av ítróttarfólki, og tað eru helst bara vit báðir beiggjarnir, sum eru farnir av bygdini at spæla við KÍF. Burtursæð frá kappróðri, hevur heldur einki verið av ítróttarfólki í Hósvík yvirhøvur, men nú spæla fleiri av teimum ungu so fótbólt við EB/Streymi.
Toluligt bólteyga
Við sínum lætta lyndi heldur Óla Christian skemtandi fyri, at hann kundi bara blíva málmaður, tí hann var ov dovin og klossutur til at renna tað stóra, og hann viðgongur eisini, at onkuntíð hevur góði bulurin verið orsøk til, at mótstøðumenn hava roynt at prikað og argað.
– Tað havi eg nú ongantíð lagt nakað í, og tað var eisini mestsum bara tey fyrstu árini. Men eg eri treiskur, so eg helt, at frægast var bara at svara teimum aftur við at gera málið so lítið sum gjørligt, og tað endaði ofta við, at tá eg hevði havt nakrar bjargingar, vóru teir settir upp á pláss, sigur málmaðurin, sum sigur seg ongantíð hava havt nakrar beinleiðis fyrimyndir í málmansfakinum.
– Sjálvandi hevur beiggi mín verið ein fyrimynd fyri meg, eisini sum hondbóltsmálmaður, men annars eingin, haldi eg. Jú, tað kundi kanska verið Stefan Hecker, sum var við í Føroyum, tá týska meistaraliðið, TuSEM Essen, í 1987 spældi ímóti VÍF. Hann var øgiliga góður.
Fryntligi hósvíkingurin fortelur, at áðrenn hann fór til ta fyrstu venjingina hjá KÍF, hevði hann nóg illa hildið á einum hondbólti, men tá hann fyrst hevði roynt tað, so bleiv hann hangandi.
– Tað var ringt at byrja við, og eg haldi, at tað tók tað mesta av einum ári at koma á lagið, tí í mun til fótbólt, so var alt tættari uppá, so eg fekk nógv skot í kroppin og ikki so fáar lúsingar. Men tað vandi eg meg so við, og eg haldi, at tað hevur bara ligið heilt væl fyri hesi árini. Hinvegin, so kemur tað næstan ikki fyri, at eg fái ilt undir dysti, tí tá eri eg so uppgiraður, at eitt skot ella slag hugsi eg ikki um.
Óla Christian sigur, at hann stórt sæð hevur lært seg sjálvan tað, ið hann dugir, og at tað nokk er komið honum væl við, at hann hevur eitt – sum hann sjálvur málber seg – toluligt bólteyga. Og tá tað kemur til venjing, so dámar honum best venjing við bólti, tí alt hetta við styrkivenjing og øðrum, er ikki ordiliga tað, hann leggur so nógv í.
Sera gott samanhald
Tað gekk annars nokk so skjótt fyri seg hjá honum, tí hann byrjaði at venja og spæla við KÍF í 1990, og sama árið fekk hann sín fyrsta dyst, tá hann vardi málið ímóti NSÍ á heimavøllinum hjá KÍF, sum tá var á Skála. Síðani hevur Óla Christian ikki hugt aftur um seg, men man helst vera tann spælarin, ið hevur spælt flestar dystir av øllum í bestu mansdeildini í hondbólti – helst eru teir oman fyri 500 í tali – umframt nakrar landsdystir eisini, síðani hann fyrstu ferð var við í 1994.
– Eg havi havt tað sera gott saman við bæði kollfirðingum og mongum øðrum føroyskum hondbóltsspælarum ígjøgnum árini. Tað sosiala vigar nógv, tá eg hyggi aftureftir, og nú eg havi sagt, at eg fari at gevast, so teir ungu kunnu sleppa framat, fari eg heilt vist at sakna samanhaldið og hugnan, sum fylgir við. Hondbólturin er fantastiskur upp á tann mátan, tí har hava eisini verið nógvar góðar løtur uttan fyri vøllin, eitt nú hesi gallakvøldini, sigur 42 ára gamli málmaðurin.
– At eg havi havt møguleika at verið saman við so nógvum fittum fólki, hevur sjálvandi gjørt sítt til, at tað hevur verið stuttligt og hugaligt. Og tú lærir eisini at kenna eina rúgvu av fólki ígjøgnum hondbóltin, so tað fer nokk at kennast eitt sindur løgið, tá eg ikki longur eri beinleiðis partur av tí.
At Óla Christian ætlar at gevast, sær út til at vera nakað, hann sigur í fullum álvara, hóast lítið man vera at ivast í, at hann saktans kundi hildið fram, um hann legði í.
– Nei, nú man vera frægast at gevast, tí tað var bara upp á tross, at eg tók henda veturin aftrat, tí eg vildi so fegin vinna hatta føroyameistaraheitið, áðrenn eg gavst. Nú fekk eg so bæði upp í posa og sekk, men nú er altso liðugt og hetta ber ikki til meira. Sum sagt, hevur KÍF nógvar góðar málmenn, og eg hvørki vænti ella vóni, at brúk verður fyri mær, skuldu teir staðið og mangla ein, sigur hann.
– Men teir sleppa tó ikki meira av við meg enn so, at ætli mær sjálvandi at fylgja væl við sum áskoðari. Tað noyðist eg, tí nú eg gevist at spæla, má eg næstan finna mær nýggj fólk at fylgjast við.
Nógv av árunum sum KÍF-ari, hevur Óla Christian Djurhuus upplivað sum eina nomada-tilveru, tí ikki fyrr enn ítróttarhøllin kom í Kollafirði í 2007, kundi ítróttarfelagið av álvara fáa ein heimavøll, eftir at hava ferðast millum Skála, Vestmanna og Hoyvík.
– Hetta hevði við sær, at verulig framdrift kom í hondbóltin hjá KÍF, tí teir, sum nú koma fram sum ungir og evnaríkir spælarar, kenna ikki til annað enn at fara í høllina í bygdini, meðan vit aðrir hava gingið og tvassað í fimleikahallum og aðrastaðni – og enntá onkuntíð úti í skúlagarðinum, um veðrið var til vildar, sigur hann.
Umhugsar skeið
Tá KÍF í fjør misti meistaraheitið á stokkinum, fór alt í svart hjá fleiri í Kollafirði og norður ígjøgnum alt Sundalagið, tí tað kendist øllum øgiliga svárt at skula standa eftir við ongum, tá tað heila nú endiliga var so nær.
– Men so súrt, tað nú kendist, so mikið stuttligari var tað at vinna greipuna í ár, og tað fóru nógvir løgnir tankar ígjøgnum heysin á einum, nú tað lukkaðist. Eg visti ikki av, at eg var tann, ið skuldi upp at taka ímóti steypinum, tá vit vunnu steypafinaluna, hóast eg ikki var liðformaður. Tað var ikki, fyrr enn Jakob Jónsson tutlaði mær tað í oyrað beint áðrenn, at eg var greiður yvir, at eg skuldi fáa henda stóra heiður, sigur Óla Christian.
– Tað var eisini ein ótrúlig kensla, sum bara kann upplivast – ikki minst, nú eg næstan hevði sligið meg til tols við, at tað bleiv nokk ongantíð. At so onnur aftaná eisini hava sagt, at tey untu mær tað væl, nú eg hevði verið við so leingi, taki eg sum eitt herðaklapp og prógv um, at okkurt havi eg so gjørt rætt øll hesi árini.
Hóast hann hevur verið virkin í KÍF síðstu 23 árini, hevur hann bara verið spælari og ongantíð venjari hjá yngri liðum, sum vit ofta síggja, men nú hann ætlar at gevast, verður tað kanska til tað, at hann endar sum venjari.
– Eg havi spælt mær við tankan um, at eg skuldi tikið eitt málmansvenjaraskeið, so eg kundi fingið tað teoretiska upp á pláss. Millum annað havi eg í vetur sæð, hvussu góðan mun tað serliga hevur gjørt hjá teimum yngru málmonnunum, at KÍF hevur havt Zeljko Jotic sum málmansvenjara, sigur Óla Christian, nú samrøðan nærkast endanum.
– Treyðugt so, havi eg sjálvandi eisini lært okkurt, men sum orðatakið sigur, er ringt at læra gamlan hund uppi at sita. Tað er so tann vegin, eg kundi hugsað mær at farið, hóast tað nokk ikki verður longu næsta vetur, at eg fari á skeið. Men eg ætli mær.