Hátíðarhald á Argjum

Alment hátíðarhald verður í Skúlanum á Argjahamri í dag klokkan 15. Har fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at bjóða vælkomin, síðan verður felagssangur. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, Marjun Holm, skúlastjóri, Mai L. Simonsen, umboð fyri skúlastýrið, Ann Hansen, leiðari í frítíðarskúlanum og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, halda røður. Ímillum røðurnar verða ymsar tónleikaframførslur.

Aftan á røðurnar verður nýggja tónleikaverkið framført. Hetta er eitt verk í fýra satsum til Skúlan á Argjahamri, sum Sigmund Poulsen hevur skrivað orð til og Pauli í Sandagerði hevur gjørt tónleikin til.

Síðani fara lærarar og næmingar vísa fram ymsu stovurnar og svara spurningum. Bjóðað verður kaffi og køkur og skúlin verður opin til kl. 18

Stutt um Skúlan á Argjahamri: Á heysti 2006 samtykti mentamálanevndin, at nýggjur skúli skuldi byggjast á Hamrinum á Argjum. Býráðið samtykti einmælt ætlanina og valdi bygginevnd og samskipara. Arbeiðið varð skipað sum partalag, og valdir vórðu stýris- og verkætlanarbólkar.

Brúkarasamskifti hevur verið við skúlaleiðsluna, lærarar og umboð fyri frítíðarskúlan. Skúlin er bygdur eftir galdandi krøvum og er sera orkusparandi. Nógv er gjørt fyri at ljóð- og ljósviðurskiftini eru í lagi, soleiðis at øll kunnu trívast væl í skúlanum. Samvirknar talvur og tráðleyst netsamband eru eisini ein partur av framkomnu tøknini.

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, setti hakan í 22. mai 2008, og jørðarbeiðið varð gjørt. Býráðsval var um heystið 2008, og 18. mai 2009 byrjaði sjálvt byggiarbeiðið. Skúlin varð avhendaður 14. juli 2011. Skúlin er skipaður í grunddeild, miðdeild og hádeild. Hann er bygdur til næmingar frá 1. til 9. flokk og hevur frítíðarskúla. Tilsamans fara umleið 450 næmingar og umleið 50 starvsfólk at hava sína dagligu gongd í skúlanum. Víddin á skúlanum er 7.100 m², og alt økið er 20.000m².

MAP arkitektar hava teknað skúlan á Argjahamri. Høvuðsarbeiðstøkuna hevur P/f Articon havt.

Hugskotið við bygninginum er „hamarin, fláirnar og løgini“. Løgini kunnu vera tað jarðfrøðiliga, hæddirnar, brúkið ella vitanin. Í miðjuni gongur gjógvin ígjøgnum løgini, sum kann ímynda læring, floksstig og undirvísingarpartar. Gjógvin sker seg gjøgnum løgini og avdúkar og eggjar til at nema sær kunnleika í fluttari merking. Gjøgnum gjónna gongur høvuðstrappan, sum eisini er ímynd av tí stigvísu læringini.

Tá ið tú ert komin niðaná, ber eisini til at skoða inn yvir býin og út í heim. Útsýnið yvir Havnina og norðureftir er ómetaliga stórbært.

Listakvinnan Astri Luihn hevur listprýtt skúlan. Hon varð av listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu vald millum 24 listafólk, sum gjørdu uppskot at listprýða skúlan.