Hátíðarhalda arbeiðaradagin á Vaglinum

Ingrid S. Henriksen, Jústinus Eidesgaard, Georg F. Hansen og Øssur Winthereig halda 1. mai dags røðurnar á Vaglinum í Havn í dag.

Altjóða arbeiðaradagur er í dag. Tað er dagurin, tá fakfelagsfólk og fólk á vinstraveinginum ganga skrúðgongur og halda røður. 1. mai er ikki frídagur, men verður á fleir arbeiðsplássum mettur sum heilur ella hálvur frídagur.

Tankin um at brúka ein proletariskan frídag í stríðinum fyri átta tímars arbeiðsdegi spratt í Avstrali. Longu í 1856 gjørdi avstralskir arbeiðarar av at halda ein frídag við fundum og hátíðarhaldi at stríðast fyri átta tímars arbeiðsdegi. Teir valdur 21. apríl til høvi. Í fyrstu syftu valdu avstralsku arbeiðararnir bert at halda hendan eina dagin í 1856, men hesin fyrsti arbeiðaradagurin vakti so stóran ans, at avgjørt varð at halda fram hvørt ár.

Teir amerikansku arbeiðararnir vóru teir fyrstu at fylgja eftir avstralsku starvsbrøðrum og systrum. Teir gjørdu í 11886 av, at 1. mai skuldi verða dagurin, har alt arbeiði skuldi steðga. Á hesum degi fóru 200.000 arbeiðarar frá arbeiðinum og kravdu átta tímars arbeiðsdag.

Jagstran frá stjórnini forðaði teimum at halda dagin næstu árini, men í 1888 var 1. mai í 1890 endaliga valdur til henda átíðardag.

1. maidagshaldið verður á Vaglinum í Havn sum vant í dag klokkan 15. Og sum vant er tað Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skipar fyri.

Røðarar verða Ingrid S. Henriksen, Jústinus Eidesgaard, Georg F. Hansen, nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðaarfelag og Øssur Winthereig.

Havnar Hornorkestur spælir.