Óhátíðarlig, men drúgv kabarett

Leikararnir gjørdu sum vant gjøldur burturúr politikarunum, mentafólkum og øðrum góðum fólkum, sum hava gjørt vart við seg í árinum, men rættiligt bit var kortini ikki, hóast tað var skemtiligt at síggja og hoyra

Tað er partur av ólavsøkuundirhaldinum at fara í Sjónleikarhúsið at flenna og hvíla beinini eina løtu.

Vit krevja ikki ta stóru uppsetingina, við pallprýði, søgugongd og slíkum, sum ger, at tú noyðist at fara niður í smálutir, og álvarsliga at taka støðu til tað, sum fer fram á pallinum.

Kabarett er leikur í brotum, helst eisini góður tónleikur, sum fær brotini at hanga saman so tað glíður lættari niður.

Hesar fortreytir vóru eisini til staðar í ÓK198. Tónleikararnir bjóðaðu okkum vælkomin við kenda jazzlagnum »When the saint» í orðabókini »halgimenni», og tú hugsaði, at nú fór loysingin at vera reyði tráðurin. At tráðurin endaði um hálsin á fólkatingumboðinum hjá Javnaðarflokkinum, og at Óli Breckmann bjargaði honum, var í so drúgvt lop til at fáa tráðin at røkka saman.


Føroysk javnstøða?

Seks mannfólk og ein kvinna eru á pallinum. Tað gjørdi munin. Er tað ikki júst sum javnsstøða veruliga verður praktiserað í Føroyum?

Tað var kortini oljuvinnan og bardagin her á landi, at fáa sær persónligan vinning úrkomandi milljónunum, ið fekk høvuðsleiklurin. Tað kom einamest av, at leikararnir ikki vóru so braneggjaðir at taka politisku leiklutirnir veruliga til viðgerð, ella eisini tí politikkur ikki hevur teirra áhuga.


Bardagin um oljuna

Serliga væl kom Anfinnur H. Jacobsen, sum við tíðini er vorðin vandur sjónleikari, frá leiklutinum sum vinnulívsmaður í klædningi og við teldu sum hjálpartól. Hann hóvreiggjaði sær framman fyri okkum, og visti, hvussu »køkan» skuldi skerast.

Einastu trupulleikar vóru, hvussu føroyingar skuldu brúka peningin, sum kemur við oljuævintýrinum, men tað er bert spurningur um hugflog! Tað riggaði sera væl.

Annar partur var um bardagan at fáa oljuuppskipanarhavn ella hvussu teir kalla tað í Havn, Drelnesi, Klaksvík ella Runavík.

Tá er best at skera allar mótstøðumenn yvir ein kamb, við at kalla teir býttar. Eitt nú, at tá Páll Vang á Tvøroyri fær nakað í høvdið, so fer tað ikki út aftur!

Tað vóru kortini eisini aðrir persónat sum fingu innivist, eitt nú framførdi Dánjal á Neystabø besta leikbrotið, sum var um Michael Reviel, kendi útvarpsmaðurin, sum vermir hvørt lurtandi hjartað í Føroyum, við sínum lovsangi um oyggjarnar og fólkið ið her býr.

Dánjal á Neystabø dugdi ikki bert sera væl enskt, men endurgav røddina hjá Michael Reveal nágreiniliga. Bert spell at ikki okkurt føroyskt orð var í tekstinum. Vit noyddust at halda okkum og ikki flenna, fyri at fáa alt við.

Og so var tað leikbrotið við gamla løgmanni, sum varð bukaður og úrlatin bókstaviliga, men sum kortini megnaði at koma á føtur og siga, at hann ongantíð hevði fingið so dyggan stuðul... og so svímaði hann.

Her eru bert nevnd fá brot úr kabarettini, sum vardi hálvan annan tíma. Tað var ov nógv av tí góða.Framførslan er gjørd til ólavsøkugestirnir, og ætlanin er ikki at fólk skulu sita so leingi. Tað er so nógv at fara til, og flest okkara vilja uppliva so nógv sum til ber, hesar dagar.

Samanumtikið hevði kabarettin vunnið, um hon var stytt ein hálvan tíma. Nógv av tí, sum var ført fram, kundi verið tikið burtur, og annað stytt. Eitt nú brotið um eina konu sum sat rúnarbundin framman fyri skíggjanum og hugdi at HM kappingini í fótbólti. Hóast HM júst er farið afturvið borðinum, so var hetta brotið avgjørt tað minst áhugaverda. Eisini brotið um Múrin í Kirkjubø var ov langt.


Góður tónleikur

Tað, sum fekk kabarettina at hanga saman, var tónleikurin. Hann var livandi og stuttligur, og passaliga óhátíðarligur til at vit kendu okkum væl. Soleiðis skal vera á ólavsøku.

Leikararnir hava allir verið við í sangleikinum »Skeyk» og tað smæddist ikki burtur, at framførslan bar dám av tí. Tað er enn eitt dømi um, hvussu umráðandi tað er at geva ungdóminum møguleika at royna seg við tílíkum, sum ikki er innflutt uttanífrá.

Teir, sum hava skrivað til kabarettina, gjørdu sítt til onkra áhugaverdu løtuna, men best hevði verið, um meira tilkomin fólk eisini vóru við, so kabarettin fekk breiðaði innihald enn júst hesaferð.