- Tað kennist væl, og hetta er ein hátíðarligur dagur fyri landsstýrisfólkini, og ein spennandi dagur, bæði fyri tey og teirra familjur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur, at tað er altíð eitt stríð at fáa ein samgonguskjal upp á pláss.
- Men vit hava brúkt lutfalsliga lítla tíð upp á tað, so tað hevur verið hart arbeiði. Nú tá alt er yvirstaðið, kann man slappa eitt sindur av. Nú eru landsstýrisfólkini sett, og alt stríðið við samgonguskjalinum og málsøkjabýtinum, hvør skal verða landsstýrisfólk hvar, eisini millum flokkar, er yvirstaðið nú, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Nú fer nýggja landsstýrið at bróta upp um armar og fer til arbeiðis.
- Og tað verður sjálvandi gjørt við eymýkt fyri teimum veljarum, sum hava valt okkum at leiða landið tey næstu fýra árni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Eitt tað fyrsta, nýggja landsstýrið fer at gera, er at fara ein túr til Viðareiðis, har eitt av endamálunum er at samansjóðað fólkini í nýggja landsstýrinum.
- Ja, tað er greitt, at tað er eitt av endamálunum. Eitt annað er at hyggja nærri eftir fíggjarlógini og gera av, hvussu nógv verður hjá hvørjum einstakum landsstýrisfólki at gera gott við komandi árini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann heldur, at tað er serliga stuttligt, at bjóða spildurnýggjum landsstýrisfólkum vælkomin. Hesaferð er tala um tveir nýggjar landsstýrismenn, Jákup Mikkelsen, sum skal umsita fiskivinnumál, og Kári P. Højgaard, ið skal verða innlendismálaráðharri.
- Tað er altíð stuttligt. Tey skulu royna nakað nýtt, og so er tað upp til tey seks, sum hava roynt tað áður, at geva teimum uppbakking og stuðul. Tí tað er ikki bara bara at seta seg í ein stól her úti, her eru nógvar lógir og reglar at halda seg til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.