Hátøkni umborð á Highland Eagle

Eitt hátøkniligt kaðalskip hevur í hesum døgum ligið á Vestaru Bryggju. Skipið er farið norðum at fyrireika leggingina av Farice kaðalinum

FJARSKIFTI
Rógvi Borðoy
Skipið hevur ligið í Føroyum og gjørt klárt at fara í gongd við fyrireikingina. Suni Joensen, verkætlanarleiðari hjá Føroya Tele, sigur, at skipið skal millum annað dreggja botnin har sum kaðalin skal leggjast. Hetta fyri at vera heilt vísur í, at alt gongur eftir ætlan.
Seismisku kanningarnar eru longu gjørdar, og alt sær út til at ganga sum ætlað. Men forðingar kunna stinga seg upp, sum seismisku kanningarnar ikki hava avdúkað, og tað er uppgávan hjá Highland Eagle at fáa hesar forðingar burtur.
Tá Higland Eagle er liðugur við fyrireikingarnar, fer eitt annað kaðalskip, Pertinacia, at leggja sjálvan kaðalin , og Highland Eagle skal tá vera hjástaddur sum stuðul, um nakað skuldi stungið seg upp. Um kaðalskipið Pertinacia ikki megnar at grava kaðalin niður í havbotnin, fer Highland Eagle við einum kavbáti og spular kaðalin niður við vatntrýsti. Kavbáturin er ein robottur ella tólmenni, og verður annars kallaður ROV.

CAMTAT ov ótryggur
Orsøkin til,at kaðalin verður lagdur er, at gamli kaðalin er vorðin ov ótryggur, sigur Suni Joensen. Sum nú er, verður fjarskiftistænastan munandi skerd, um trupulleikar stinga seg upp, og tað sigur Suni Joensen ikki vera óvanligt. Um gamli CAMTAT kaðalin verður skaddur ella annað, hevur Føroya Tele bert fylgisveinin at líta á, og tað sigur Suni Joensen, at Føroya Tele ikki vil bjóða kundum sínum.
Við tveimum kaðalum gerst sambandið munandi tryggari, og ta fyrstu tíðina koma teir á Føroya Tele eisini at brúka fylgisveinasambandið, so tað verður nærum ógjørligt at slíta sambandið.
Men aðrir eykaágóðar eru eisini, og ein teirra er størri orkuføri. Suni Joensen sigur, at kaðalin fer at gera tað fer at gera møguleikarnar munandi størri fyri at fáa breiðbandsinternet hjá føroysku kundunum. Hann vil ikki siga nakað um hvønn týdning nýggi kaðalin annars fer at fáa fyri føroyska brúkaranum.
Viðvíkjandi einari møguligari príslækking sigur Suni Joensen, at kostnaðurin fyrst má gerast upp, áðrenn tað kann koma upp á tal.

Felags um ætlanina
Allir føroyskir og allir íslendskir fjarskiftisveitarar eru við í verkætlanini. Íslendska stjórnin spælir eisini ein stóran leiklut, sigur Suni Joensen.
Við hesi verkætlanini verða Føroyar og Ísland samanbundin við restina av umheiminum. Kaðalin verður lagdur frá Seyðirfirði í Íslandi til Funningsbotn, og úr Føroyum til norðasta enda á Skotlandi. Og haðani er skjótt og trygt samband við restina av heiminum, sigur Suni Joensen.

400 mió. krónur
Fjarskiftisveitararnir eru vorðnir ásamt um, at kostnaðarbýtið teirra millum skal vera 80 prosent til Ísland, og 20 prosent til Føroyar. Føroysku veitararnir koma sostatt ag gjalda 80 mió krónur, meðan íslendsku veitararnir gjalda 320 mió. krónur. Hetta er roknað út frá væntaða nýtslubýtinum teirra millum.

Klárt næsta ár
Suni Joensen sigur, at ífylgi sáttmálanum skal kaðalin vera niðurgrivin og klárur at brúka tann 29. november í ár. Men Føroya Tele fer fyrst at gera nakrar royndir við kaðalinum, áðrenn hann verður settur í vanliga nýtslu. Hann sigur, at fyrst í næsta ár skuldi verið liðugt við royndirnar, og kaðalin verður tikin í nýtslu stutt hareftir.