Hótta við kríggi

Norðurkorea hóttir við kríggi við grannalandið Suðurkorea, tí at eitt suðurkoreanskt sjóverjuskip hevur skotið ávaringarskot eftir nøkrum norðurkoreonskum fiskiskipum í Gulahavinum.

Norðurkorea vil vera við, at tað suðurkoreanska sjóverjuskipið var komið í norðurkoreanskan sjógv, tá tað skeyt. Suðurkorea sigur, at sjóverjuskipið skeyt ávaringarskot, tí at seks norðurkoreonsk skip vóru komin inn um markið. Ein talsmaður fyri sjóverjuna sigur, at tey norðurkoreonsku skipini fóru yvir um markið, og at einki teirra varð rakt.

Hendingin var nærhendis Yeonpyeong-oynni. Suðurkoreanar siga, at hetta er ikki fyrstu ferð, at fiskiskip úr grannalandinum koma hagar, men hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at suðurkoreanska sjóverjan hevur latið skot av fyri at reka skipini útaftur.

Norðurkorea viðurkennir ikki markið, sum ST setti millum tey bæði londini aftan á Koreakríggið.