Hættisligt hall á handilsjavnvágini

Kursurin á US-dollar upp og niður - og aðrar hendingar av týdningi í heimsbúskapinum

Ymiskar meldingar koma úr USA, sum gera, at torført er at avlesa, hvønn vegin tað gongur búskaparliga í landinum. Í seinastu viku segði amerikanski fíggjarmálaráðharri John Snow, at stjórnin ætlaði at gera meira fyri at styrkja dollaran, at tað var rætti politikkurin. Tað fekk dollaran at kvinka eitt sindur uppeftir





Fáar dagar seinni segði sami høgi harri, at Bush-stjórnin í USA ikki hevði ætlanir um tiltøk at styrkja dollaran. ?Valutakursirnir hava tað best, um marknaðarkreftirnar sleppa at ráða,? hevur Snow, sambært BørsenOnline, sagt í sjónvarpssamrøðu. So fall dollarin aftur.
Stórt hall á handilsjavnanum í USA
Tað grundleggjandi problemið er, at hallið á handilsjavnvágini (trade balance) hjá USA hevur tað ikki gott. Tað vil siga, at USA keypir nógv meira enn teir selja, (sí mynd 1). Soleiðis var tað ikki bert seinasta mánað, ella seinasta ár, men soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tó, rekordin bleiv sligin í november, tá var hallið 60 milliardir $, og fyri alt árið 2004 kann tað ætlast at blíva umleið 600 mia. $. Stóra hallið í november kom óvart á eygleiðarar, teir høvdu væntað, at tað fór at ganga hin vegin nú. Men so var ikki.
Men hvussu kann eitt land ár um ár keypa meira enn teir selja fyri? Jú, um teir á annan hátt kunnu fáa útlond at leggja pengar í USA, investera, keypa virðisbrøv, aktiur ella obligatiónir, so ber til at fíggja hallið. Og tað vísir seg at bera til. Kapitalur fossaði inn í landið, og tað gav so nógv sum 81 mia. $ í november. Hetta gongur ikki mekaniskt í allar ævir. Amerikanska vónin er, at innfloymandi kapitalurin verður investeraður, og á tann hátt í framtíðini fer at geva USA ein fyrimun.
Lærubókin virkar ikki, ella hvat?
Men tað er ein stór gáta, hví dollarin, sum í fjør minkaði stórliga í virði (sí mynd 2) ikki hevur fingið útflutningin at vaksa og innflutningin at minka. Soleiðis sigur einhvør liberal lærubók at tað skal vera. Men tað virkar ikki. Útflutning-urin minkaði í november, tá tølini vóru tald upp.
Ein onnur gáta er, hví útflutningsvørurnar hjá USA fyri ein stóran part eru rávørur ella lítið viðgjørdar vørur. USA hevur avlop á handilsjavnanum fyri mais, bummull, hveiti, endurnýtslujarni (scrap) og kjøt-vørum. Higartil hevur USA á tí teknologiska økinum bert havt avlop í handli við flogførum og tekniskum, vísindaligum instrumentum. Men seinastu tølini bera eisini boð um nýggjar tíðir á hesum øki.
Airbus størri enn Boing
Seinasta árið hevur tað verið so, at tað serliga vóru maskinur og onnur ídnaðarútgerð, sum minkaðu í hesum roknistykki. Vert er í hesum sambandi at hugsa um, at USA at kalla hevur verið einaráðandi, tá tað snýr seg um at framleiða og selja flogfør til ferðafólkaflutning. Men nú hava teir mist tað faktiska monopolið. Boing-fabrikkin í Seattle, sum bygdi B-737, sum Mærsk brúkti til Føroyaflúgvingina, og eisini heimsins størsta Jumbo B-747, seldi í fjør færri eindir enn europeiska samtakið Airbus.
Boing seldi 285, Airbus 320. Í ár 2000 var Boing væl størri, seldi 500, meðan Airbus bert seldi 300. Serliga nú tað sær út, sum Airbus við sínum nýggjasta A-380, fær ein avgerandi fyrimun. Hetta risastóra flogfar í tveimum hæddum kann taka millum 500 og 880 ferðafólk, og slær allar rekordir. Fyrsti flogtúrur veður nú í mars. Næsta er, at Airbus er farið undir at fyrireika framleiðslu av einum meðalstórum flogfari, sum skal kappast við Boing 737, sum er essið hjá Seattle-fabrikkini.
Fyri jól fall kursurin á Boing-partabrøvum, tí Kina boðaði frá, at teir fóru ikki at keypa fleiri ferðamannaflogfør fyri fyrst. Men stutt eftir at Airbus-380 var vístur fyri almenn-inginum í Toulouse í síðstu viku bestilti Kina so fýra av hesum slagnum. Aftur ein lítil, men týdningarmikil sigur fyri europeiska Air-bus-samtakið. Men enn skal nógv vinnast, áðrenn tað sum er satsað, er tjent inn aftur. Tað hevur kosta 12 milliardi , umleið 90 milliardir kr, at útvikla hetta slagið, sigur The Economist, 22-01-05. Tað skulu seljast meira enn 250 eindir, áðrenn projektið fer at bera seg. Listaprísurin á einum A-380 er 1 milliard kr., men tann reali prísurin er altíð eitt úrslit av kapping og samráðingum.
Aðrar forkláringar uppá handilshallið hjá USA
Ein onnur forkláring er, at ein stórur partur av samhandilshallinum hjá USA kemur av handli við asiatisk lond, eitt nú Kina. Og har hjálpir ein bíligari dollari einki, tí tey flestu londini har (ikki Japan) hava koblað teirra valutakurs at tí amerikanska, so tað gongur líka upp. Hinvegin er tað heldur ikki eftir lærubókini, at eitt land við einum dollara, sum hevur minkandi virði og keypikraft, framvegis flytir líka stórar nøgdir inn.
Summir eygleiðarar ivast
Teir klóku hava ymiskar meiningar um støðuna. Economist.com, 20.01.05, sigur beinleiðis: ?Foreign investors must ask themselves anew wether it is sustainable?, ella, útlendskir íleggjarar mugu spyrja seg sjálvar aftur, um hetta er haldgott? Men seinastu tølini um innflóðina av kapitali til USA, sum heldur fram, hevur so fyri eina tíð styrkt áliti á dollaran.
Nýggj støða er um at mynda seg í búskaparligu verðini. EU við euro og Airbus krevur sítt pláss. Kina er sum ein rakett-økonomi. India og Brasilia taka seg fram. Men USA livir av lántum pengum. Hetta er fýrkantað skorið út, men skal tað sigast stutt, so er tað nakað soleiðis fatt.



Keldur:
Borsen Online 14-01-05.
Economist.com 20-01-05
Timesonline 16-01-05
The Economist 22-01-05