Hóttu við arbeiðssteðgi - fingu fund

Mánakvøldið vóru tíggju fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum so troytt av at bíða eftir Fíggjarmálastýrinum, at tey hóttu við at leggja abeiði niður, um gongd ikki kom á samráðingar teirra. Stutt eftir at løgmaður hevði fingið brævið vendi Fíggjarmálastýrið sær til teirra

Arbeiðssteðgurin hjá Starvsmannafelagnum hevur nú staðið við í meiri enn eina viku og tað merkir, at fólk, sum hava sína dagligu gongd í Fíggjarmálastýrinum ikki er sloppið til arbeiðis hesar dagarnar.

Limir Starvsmannafelagsins hava blokerað bygningin soleiðis at ikki slept inn.

Hetta hevur nervað arbeiðsgongdini í Fíggjarmálastýrinum, at ongar aðrar samráðingar hava verið við onnur feløg, sum eisini hava brúk fyri nýggjum sáttmála.

Og tað eru tíggju feløg nú vorðin so troytt av, at tey hótta við verkfalli.

Í einum brævi til løgmann siga feløgini, at:

»Limir okkara hava sett seg í samband við okkum, og hava gjørt okkum greitt, at teir eru ikki sinnaðir, at arbeiða, sum viðurskiftini eru. Og út frá hesum vilja vit siga frá, at vit hava avgjørt at skipa fyri arbeiðssteðgi, kemur ikki gongd á samráðingarnar beinanvegin.«

Brævið er undirskrivað av sjúkrahjálparfelagnum, sjúkrasystrafelagnum, felagnum fyri sjúkrahúslaborantar, fysioterapeutfelagnum, økonomafelagnum, pleygarafelagnum ergoterapeutfelagnum, radiografum í Føroyum, ljósmøðrafelagnum og pedagogfelagnum.

Sum tað sæst, so starvast øll feløgini, uttan pedagogfelagið, innan sjúkrahúsverkið, og tað merkir, at ein arbeiðssteðgur hevði lagt alt sjúkrahúsverkið stilt, sum tað var.

Men arbeiðssteðgurin verður neyvan av nøkrum kortini. Tí stutt eftir at løgmaður hevði fingið brævið setti umboð fyri Fíggjarmálastýrið seg í samband við formannin í Sjúkrasystrafelag Føroya við teimum boðum, at feløgini fingu fund tá tær ynsktu hann.

Joan Ziskasaon, formaður í Sjúkrasystrafelag Føroya sigur við Sosialin, at hon ikki veit nær samráðingarnar verða uppafturtiknar, men tað verður so skjótt sum yvirhøvur tilber.

? Vit mugu minnast til, at sáttmálarnir eru farnir úr gildi og at okkara limir tí arbeiða uttan sáttmála, og tað vilja teir ikki góðtaka.


Halda áfram

har slept var

Joan Ziskason sigur, at Sjúkrasystrafelag Føroya hevur havt tveir fundir við Fíggjarmálastýrið og talan tí verður um uppafturtøku av fundarvirkseminum fyri teirra viðkomandi.

Men hava tit krav um t.d. eina nýggja lønarskipan?

? Nei ikki beinleiðis. Vit kundu gott hugsað okkum at gjørt broytingar, men vit vilja ikki hava eina skipan, sum eitt nú donsku sjúkrasystrarnar hava, tí hon gevur eina øgiliga umsiting og tað ynskja vit ikki.

Hvussu við lønarkrøvunum hjá tykkum?

? Vit hava ikki lagt okkum fast á nakað, men vit hava gjørt nakrar útrokningar sum vís, at vit hava havt ein lønarmiss uppá umleið 20 prosent og eitt reallønarfall upp á 30 prosent, men tað eru órealistisk krøv. Vit vilja hava ein lønarvøkstur, men eg sigi eini um hvussu stórur hesin lønarvøkstur skal verða. Nú vilja vit hava gongd aftur á samráðingarnar sum skjótast soleiðis at vit kunnu finna fram til eina loysn á sáttmálaspurninginum, sigur Joan Ziskason at enda.


Blokadan trupulleikin

Karsten Hansen fíggjarmálaráðharri stendur eitt sindur spyrjandi við hóttanini frá feløgunum um verkfall.

Hann sigur, at tey høvdu avtalað fund við okkurt av feløgunum í teirra hølum tann dagin blokadan byrjaði, men tað bar jú ikki til at koma inn.

? Vit hava fundast í okkara hølum við feløgini, men nú ber ikki til at koma inn, orsakað av blokaduni, sigur hann.

Men er tað ikki ein bílig umbering, at skylda upp á blokaduna?

? Tað kann gott verða, men vit hava sum sagt víst góðan vilja, og hildi okkum til spælireglurnar, men tað hevur Starvsmannafelagið ikki gjørt og tað fær ávirkan á aðrar samráðingar.

Hvussu langt eru samráðingarnar komnar við hesi feløgini?

? Vit hava fundast við feløgini nakrar ferðir og tá vit fara undir aftur samráðingarnar, so verður byrjað har vit sleptu seinast, sigur hann.


Løgin

framferðarháttur

Karsten Hansen leggur afturat, at hann, tá hann sá listan av nøvnum, undraðist, tí á listanum eru tvey feløg, sum hava undirskrivað fyribilssáttmála við Fíggjarmálastýrið.

Hesi feløg eru eftir øllum at døma Sjúkrasystrafelag Føroya og Føroya Pleygarafelag.

Formenninir í hesum báðum feløgum, Joan Ziskason fyri sjúkrasystrarnar og Sjúrður Norðbú fyri pleygararnar, vátta fyri Sosialinum, at teirra feløg hava undirskrivað fyribilssáttmála við Fíggjarmálastýrið, men tað var við tí fyrivarni, at limirnir og nevndin tóku undir við hesum sáttmálum og tað gjørdu tey ikki, siga tey bæði.

? Vit løgdu uppskoti fyri limirnar og fingu at vita, at tað var ikki nóg gott, og hesum hava vit boðað Fíggjarmálastýrinum frá í skrivi, sigur Joan Ziskason.

Sjúrður Norðbú sigur, at Pleygarafelagið hevið fund leygardagin og eisini har avgjørdu limirnir at vrakað uppskotið.

? Hesum boðaðu vit Fíggjarmálastýrinum frá í telefaksi, sum vit sendu teimum leygardagin, sigur Sjúrður Norðbú.