Hóttur á facebook og á gøtuni

Tað var serstakliga óbehagiligt, tá hetta hendi, meðan eg sat saman við børnunum á Burger King

Felagið Føroysk Miðlafólk hevur gjørt eina støðulýsing av føroyska miðlaheiminum, sum hann sær út ídag. Felagið skrivar, at meiri enn triði hvør, sum starvast sum journalistur, hevur kent seg illa viðfarnan ella at hava verið fyri ágangi í sambandi við starvið sum journalistur. Gott og væl fimti hvør hevur beinleiðis verið fyri hóttanum. Hóttanirnar eru millum annað um harðskap og forfylging. Eisini valdsmiklir persónar og sterkir myndugleikar kunnu hava ein hóttandi atburð, siga journalistarnir.

 

 

Danjal av Rana hevur starvast sum journalistur í hálvt fjórða ár, og hevur upplivað hóttanir og ágang fleiri ferðir.

 

 

– Tær fyrstu ferðirnar eg møtti viðkomandi í býnum, eftir at eg varð hóttur á Facebook, rópti viðkomandi illbønir eftir mær og gav mær fingurin. Tað var serstakliga óbehagiligt, tá hetta hendi meðan eg sat saman við børnunum á Burger King, sigur Danjal av Rana, blaðmaður, sum fleiri ferðir hevur kent seg at hava verið fyri ágangi ella illa viðfarnan vegna starvið innan miðlaheimin. 

 


– Hetta er ein persónur, sum er dømdur fyri innbrot og fleiri av teimum, ið viðkomandi kemur saman við eru dømd fyri harðskap og grovan harðskap fleiri ferðir, sigur Danjal av Rana.

 

 

Les alla samrøðuna við Danjal av Rana í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum í fríggjamorgunin. Sosialurin kann eisini keypast talgiltur her. Í blaðnum er stórt tema um hóttanir og ágang í journalistiska yrkinum.