Høvuðstaðurin hevur knívin á barkanum

Bæði HB og AB vera seinnapartin í lyklauppgerðum á heimavølli

Tríggir teir síðstu dystirnir í tíggjunda umfari vera seinnapartin.

Oyggjauppgerð verður í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur fær vitjan av NSÍ. Tá ið liðini hittust í fyrsta umfari vann NSÍ 1-0.

Í Gundadali verður klassikarin millum HB og KÍ, sum er topplið. Tá ið hesi bæði liðini hittust í Klaksvík í fyrsta umfari, endaði tað málleyst.

KÍ hevur 24 stig, og tað eru átta stig frá HB og fram til toppin. Tí er uppgerðin í dag ógvuliga týdningarmikil fyri, hvønn leiklut meistararnir í HB fara at eiga í hesum kappingarárinum.

Á Argjum verður lyklauppgerð í botnstríðnum. AB vann ongan dyst í fyrsta triðinginum av kappingini. Frá AB, sum er aftast við trimum stigum, og fram til TB, sum verður gestur á Argjum seint seinnapartin, eru tað fimm stig.  

EB/Streymur – NSÍ: Petur Reinert kl. 15.00

HB – KÍ: Dagfinn Forná kl. 15.00

AB – TB: Rúni Gaardbo kl. 17.00

Fríggjadagin 15. mai

ÍF – Víkingur 0-4

Skála – B36 1-2

Støðan

9

7

2

0

24

5

23

B36

10

7

0

3

14

10

21

Víkingur

10

6

2

2

22

14

20

NSÍ

9

6

1

2

19

10

19

HB

9

4

3

2

15

10

15

Skála

10

5

0

5

14

9

15

TB

9

2

2

5

7

19

8

EB/S

9

2

1

6

10

14

7

ÍF

10

1

1

9

8

25

4

AB

9

1

0

8

10

27

3