Hetta kappingarárið hava hoyvíkingar verið einaráðandi í føroyskum manshondbólti. Leygarkvøldið gjørdist greitt, at felagið hevði tryggja sær greipuna, eftir at teir bæði vunnu landskappingina og steypakappingina, í einum kappingarárið har hoyvíkingar hava verið serstakliga sannførandi gjøgnum alt árið.
Higartil hevur mansliðið hjá H71 eisini verið flaggskipið í felagnum, har kvinnurnar higartil ongantíð hava spælt í bestu deildini enn.
Men tað verður broytt til komandi ár. Tá fara hoyvíkingar at hava umboðan á bæði manssíðuni og kvinnusíðuni í bestu føroysku hondbóltsdeildini.
Í Sosialinum, sum er komin út í dag, ber til at lesa samrøðu við H71 venjaran, Sonni Larsen. Hann sigur at eftir fleiri ár við góðum ungdómsarbeiði í felagnum, er felagið nú til reiðar at bjóða av á kvinnusíðuni eisini.
Harafturat boðar hann eisini frá, at felagið fer at fáa tilgongd frá fleiri leikarum, sum fara at styrkja um kvinnuliðið hjá H71.
Sosialurin á netinum kann keypast á www.sos.fo.