Kyndil-H71 26-27 (14-13)
Seinastu vikurnar hevur talan nærum verið um eina endurreisn av Kyndli.
Sigursvanda havnarliðið hevur ikki verið meistari í bestu mansdeildini síðani 1995, men støðugt góð avrik tríggjar vikur upp í slag høvdu kanska givið áskoðarunum vónina um, at nú skuldi tað verða aftur.
Í øllum førum mundu tey rokna við, at lið teirra nú av álvara fór at taka upp kappingina við VÍF, og undir ongum umstøðum mundu tey rokna við, at H71 skuldi fara at steðga teimum.
Jónleif úr spælinum
Fyrstu løtuna av dystinum mikukvøldið var heldur ikki líkt til, at tað skuldi ganga, sum tað gekk.
Ikki tí. Hoyvíkingar høvdu avgjørt onkrar ætlanir við dystinum. Milum annað fóru teir frá fyrsta bríkslið út at mansverja Jónleif Sólsker, soleiðis at Kyndil ikki skuldi fáa glið á spælið.
Partvíst eydnaðist hetta eisini, tí Kyndil fekk ikki vanliga kvika álopsspælið at koyra. Við fimm móti fimm gjørdist tað tó lættari hjá Kyndli at spæla verjuna tunna, og hetta dugdu teir fleiri ferð at gera sær dælt av.
»Armar, armar« hoydi tú fleiri ferð Sverra Jacobsen rópa av venjingarbeinkinum, men ikki fyrr enn hann hevði togað spælarar sínar út til eitt Time-out, tóktust teir at skilja hetta.
Støðan var tá 6-2 til Kyndil, men eftir hetta fingu hoyvíkingar brádliga betri tak á. Teir tóktust ágrýtnari í verjupartinum, og eisini í álopinum byrjaði at gangast betri. Álopsspælið gekk kanska ikki so skjótt, og var kanska eisini einstáttað, tí Halgir var nærum einsamallum um at hótta, men eina av fremstu dygdunum duga teir. So at siga øll álop verða avsluttað, og hetta merkir aftur, at tað sjáldan eydnast mótstøðuliðnum at fáa gongd á nakað veruligt kontraspæl. Nakað sum annars hevur eydnast væl hjá Kyndli seinastu dystirnar.
Sverri átti ein trumf
Seiastu fimm minuttirnar undan steðginum fekk H71 minkað leiðsluna niður í eitt mál, og so var linjan líka sum løgt til seinna hálvleik. Ongan tíð vóru meira enn tvey mál á muni, og hetta viðførdi, at spenningurin alla tíðina var í hásætinum.
Í eini roynd at steðga hoyvíkingunum, gjørdi Kyndil nú av at mansverja Halgir, sum átti bróðurpartin av hoyvíksmálunum í fyrra hálvleiki. Kanska høvdu hoyvíkingar roknað við hesum, kanska ikki. Í øllum førum áttu teir eitt effektivt mótvápn ímóti hesum.
Stefan Dorofte hevur verið skaddur stóran part av árinum, men hesu ferð sást hann sita á beinkinum. Nú Halgir varð mansvardur, gjørdi Sverri av at nýta rumenan í álopspartinum, og hóast hann enn er sjónliga darvaður av skaðanum, so eru hondbóltsevnini tó eyðsýnd.
Harumframt gjørdi Sverri nú brádliga av at mansverja Bjarna Wardum, heldur enn Jónleif Sólsker, og hetta skapti aftur nakað av órógv, fram til Jónleif aftur hevði funnið stevið, og skifti hoyvíkingar aftur mansverju, so tað enn eina ferð varð Jónleif.
Nógv stóð á
Tá farið varð um miðjuna av hálvleikinum eydnaðist brádliga hoyvíkingum at leggja seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, og nú stóð av álvara nógv á hjá Kyndli.
Eisini tí Egin Høgnesen í seinna hálvleiki stóð sera væl, og fleiri ferðir megnaði at steðga kyndilsleikarum í góðari skotstøðu. Millum annað tók hann eitt brotskast frá Jónleif, stutt undan hoyvíkingar tóku leiðsluna, og nakað seinna framdi hann enn eina avgerandi brotskastsbjarging.
Hetta var tá Bjarni í næst seinasta minuttinum hevði møguleikan at javna til 26-26. Royndin úr sjey metrum miseydnaðist, og tá Bjarni í sekundunum eftir hetta fekk tveir minuttir, tóktist sigurin at vera H71 vísur. Eisini tí Kyndil við hesum noyddist at sleppa mansverjuni, har teir nú royndu at steðga bæði Halgiri og Dorofte.
Møguliga gjørdist trýstið ov stórt hjá hoyvíkingum, men tað var undrunarvert, at tað var royndi rumenski leikarin, sum mundi kostað teimum sigurin. Fyrst framdi hann álopsfeil, tá hoyvíkingar vóru í yvirtali, og tá Kyndil so fór í álop, fekk hann eina óneyðuga útvísing fyri at renna Una um koll.
Tað eydnaðist Kyndli at vinna seg upp aftur á javnt, men tá tvey sekund restaðu í, kom avgerandi løtan.
Fyrst átti H71 tríggja metra kast, har tey flestu helst roknaðu við, at teir fóru at stilla upp til skot. Hetta varð tó av ongum, og ístaðin endaði alt við, at Halgir gjørdist somikið leysur, at Hans Áki sá seg noyddan at taka hann. Brotskastið setti Halgir trygt í netið, og so kundu hoyvíkingar fegnast um, at tað endiliga aftur hevði eydnast teimum at vinna eina grannauppgerð.
Kyndilsleikararnir vóru sjálvsagt vónbrotnir, men iðranin kundi helst verið størri, tí satt at siga, so mundi Hans Áki vera heppin, at hann ikki fekk reyða kortið fyri mótmæli síni móti seinasta brotskastinum til H71.
Stríð um heiðursmerki
Fyri Hoyvíkingar mundi tað vera eitt stórt framtak fyri sjálvsálitið, at teir nú eisini hava knógvað grønu grannunum. Teir eru av álvara farnir at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerki, og framburðurin sæst bæði í spælinum og ikki minst í hugburðinum.
Eisini man tað kennast hugaligt, at teir nú hava fingið Stefan Dorofte aftur á liðið. Fyrstu dystirnar tóktist annars, sum um hann hevði ilt við at fella inn í spælið hjá hoyvíkingum, men mikukvøldið sýndi hann, at hondbóltsevnini eru avbera góð. At ein hálvskaddur leikari megnar at skjóta átta mál í einum hálvleiki er í øllum førum ikki gerandiskostur.
Fyri Kyndil mundi tapið hinvegin kennast sum eitt bakkast av teimum stóru. Spurningurin er so, hvørt teir megna at fáa glið á aftur beinan vegin
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 8 (1), Rúni Poulsen 3, Uni Wardum 3, Regin Petersen 3, Høgni Klein 3(1), Janus Einar Sørensen 1, Jónleif Sólsker 1, Hans Áki Dal-Christiansen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 11(1), Stefan Dorofte 8(1), Johnny Durhuus 2, Rolf Mouritsen 2, Hallur Danielsen 2(2), Anfinn N. Debess 2
Brotskøst: Kyndil 5, H71 7
Útvísingar: Kyndil 7, H71 3
Diskvalifikatiónir: H71 (beinleiðis reytt til leikara á beinkinum)
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Hildu eins og vanligt eina harða linju, og hóast mótmælini viðhvørt vóru heldur harðlig, tá støðan var spent, lótu teir seg ikki ávirka.