So mátti VÍF umsíðir lúta fyri føroyskum liði. Eftir eitt suverent kappingarár í fjør og eina góða byrjan uppá tað árið, taptu teir sunnudagin fyri H71.
Hoyvíkingar vunnu í fjør silvurkrónurnar, og undan kappingini í ár vórðu teir útróptir til at verða harðasti kappingarneytin hjá VÍF til gullið í ár.
Og sunnudagin vístu teir eisini at teir eru tað, tí teir kláraðu at vinna trupla útidystin ímóti VÍF. Úrslitið var 31-28 eftir 15-14 í hálvleikinum.
Talan var um javnnan dyst sum allatíðina gekk báðar vegir. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla stóð á jøvnum 26-26, og seinastu minuttirnar vóru tað gestirnir, sum fingu meiri burtur úr.
H71 togaði seg við sigrinum uppá javnt við VÍF í oddinum. StÍF er nummar 3, Kyndil nr. 4, KÍF nr. 5 og Neistin nr. 6. Mikukvøldið spæla Kyndil og Neistin dystin í fimta umfari.