H71 og VÍF spæla báðar dystirnar í European Cup á útivølli

H71 spælir í Kroatia og VÍF spælir í Luksemborg

Seinni í hesi vikuni fara mansliðini hjá H71 og VÍF at royna seg í øðrum umfarinum í European Cup. 

 

Bæði H71 og VÍF hava valt av fíggjarligum ávum at spæla báðar dystirnar á heimavøllinum hjá mótstøðuliðnum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.30 spælir H71 fyrra dystin móti kroatiska liðnum, Trogir niðri í Kroatia. 

 

Tveir dagar seinni, komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 møtast liðini aftur í tí sum tekniskt er heimadysturin hjá H71.

 

Komandi leygardag klokkan 18 spælir VÍF fyrra dystin í Luksemborg móti Esch. 

 

Dagin eftir, sunnudagin klokkan 18 spæla liðini aftur í tí sum tekniskt er heimadysturin hjá VÍF.